Gud vil vísa vegin

Skrivað: Hjalmar Waag Arge

“Um maður óttast Harran, so vísir hann honum tann veg, hann skal velja.” (Sálm 25:12)

Heimurin hevur nógvar vegir at bjóða, men eingin av teimum førir til nakað gott. Jesus sigur, hann er vegurin, sannleikin og lívið. At ganga eftir tí vegnum er ein tann besta íløga at gera í lívinum. Tá vit velja at fylgja Gudi, so skal hann eisini vísa okkum, hvønn veg vit skulu fara. Nú, tá ið skúlarnir verða lidnir, eru tað nógvar leiðir vit kunnu fara, og tað er lætt at fara at ivast í, hvat ein skal fara at gera. Hvørja útbúgving ein skal fáa sær, hvønn maka ein skal velja og so framvegis. Men um vit óttast Gud, so skal hann vísa okkum tað leiðina, sum hann veit er best fyri okkum.

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagar man at siga, og soleiðis er eisini ofta hjá Gudi. Hann kann brúka tær løturnar, har vit ikki hava tað so gott til at menna okkum. Eitt dømi frá mínum egna lívi er, at tá eg vaks til og skuldi taka avgerðir sjálvur um, hvørja leið eg skuldi fara, um eg skuldi fylgja heimsins lokkandi vegum, ella um eg skuldi fylgja Gudi. Tíbetur kallaði Gud á meg og leiddi meg tann veg, hann vildi eg skuldi fara, nevniliga tí smala vegnum.