Guds klokka kallar
”Tí at tit vóru vilstir sum seyðir, men nú hava tit vent við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum tykkara.”
1.Pæt.2,25
Tað er sagt, at í Aubrac í Fraklandi á teimum vandamiklu fjøllunum fanst i 16.øld eitt klostur, har munkarnir hvørt kvøld ringdu tveir tímar við eini klokku fyri at ávara og vegleiða ferðafólk, sum í kvøldarmyrkrinum og í tí tættu toku, sum ofta er har, fóru vill í fjøllunum, og mong vóru tey, ið umkomust. Á hesi klokku stóð skrivað: ”Errantes revoca!” Tað merkir: ”Rópið tey burturvilstu aftur.”
Mín kæri lesari, hetta er tann boðskapur, sum vit vilja eisini skal ljóða til fólk okkara í dag.
Tú kanst lesa, hvar ið tú vilt í Nýggja Testamenti, men við mongum ymiskum tónum ljóðar haðani eitt: ”Errantes revoca!” Kalla tey burturvilstu heimaftur!
Hesi klokku vildu vit, sum boða og viðurkenna okkum Harrans navn, so fegin ringt við. Tí tað er tann beiski sannleiki, at øll mannaættin er farin vill: ”Tí at vit vóru vilstir sum seyðir” 1.Pæt.2,25. Mong mega kenna hetta við sær sjálvum.
Tað kann vera, at ein viðhvørt í dagsins stríði og strevi kann gloyma hetta. Men tá ið tær myrku stundirnar koma, og tokan sígur saman um, og tú kennir teg sitandi á ytstu fjallatrom. Tá kennir tú, at tú ert komin burtur av vegnum, burtur frá Gud.
Í slíkum stundum er tað, at Gud kann fáa eitt menniskja í talu og lata klokkuna ringja teir mildu evangeliitónar inn í sálina: ”Tí at menniskjasonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí” Luk.19,10.
Tað er hugtakandi at hoyra søgnina um øll tey troyttu ferðandi menniskju, sum tá ið klokkan hoyrdist uppi millum fjøllini, aftur fingu áræði og mátt og fylgdu klokkuljóðinum og blivu hjálpt.
Skuldi ein ella annar, sum lesur hetta, sitið á ytstu trom í vónloysi og hjálparloysi, so ringir klokkan boðskapin eisini nú og boðar frið til tey friðleysu og vón til tey vónleysu.
Gævi at tú mátti hoyrt hana á slíkan hátt, at tú segði við teg sjálvan: ”Hesa ferð kallar klokkan á meg. Eg vil standa upp og fylgja ljóðinum. Eg vil heim aftur til Gud!”
C.Eliassen