Guds leiðsla

”Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: »Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!« ”
Áps. 13,2

 

Á ungum árum gekk Leonard B. Mullan runt í gøtunum og seldi breyð. Eitt kvøldið stakk ein gomul kona honum eina traktat í lógvan. Traktatin kallaðist: „Hví skulu summi hoyra evangeliið tvær ferðir, tá ið milliónir ikki hava hoyrt tað eina einastu ferð?“

Orðini raktu hann sum eina avbjóðing, og hann stakk traktatina í lumman og ætlaði at geva konu síni hana. Men sama dag ringdi onkur uppá heima hjá teimum, 10 míl haðani, og gav Agnasi ta somu traktatina. Tá fingu tey eina sterka kenslu av, at Gud talaði til teirra. Nakað seinni var Mullan inni á gólvinum hjá einum presti. Tosið datt niður á Guds leiðslu.

Tá sigur prestur: „Skiparin á ferjuni, sum siglir úr Dublin til Holyhead, kann føra skip sítt ta myrku og kolsvørtu nátt trygt í havn, tí hann hevur trý ljós at hjálpa sær. Tá ið hann siglir soleiðis, at hesi trý ljósini síggjast á rað sum á eini rættari reglu, skal hann bara stima frameftir, so kemur hann trygt í havn.“

Síðani greiddi Clarke prestur honum frá, at fyrsta ljósið, ein kristin skuldi hyggja eftir, var ljósið úr Skriftini. Er tað, sum tú hugsar um, í samsvar við Bíbliuna?

Annað ljósið, tú skalt hyggja eftir, er samvitskunnar ljós. Tað, tú umhugsar, ger tað teg glaðan, tá ið tú biður?

Triðja ljósið er ljósið frá umstøðunum. Er vegurin opin? Mullan greiddi ikki presti frá, hvat ið tað var, hann hugsaði um; men hansara støðuga bøn var: „Harri, leið meg og før meg.“ Og Harrin leiddi og førdi hann til Japans, har hann varð til stóra signing og virkaði fyri Harra sín í mong ár.
„Mit livs Gud“. – Effie Campbell umsetti.