Guds orð verða ongantíð gomul ella óaktuel
„Eg vil vaka yvir orði mínum til tess at evna tað.“
Jer. 1,12
Tá ið eg hoyri tey mongu orð í loftmiðlunum og aðrar staðir, tá verði eg so takksamur fyri lyftið í Hebr. 13,8: ”Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. ”
Orð, sum Harrin talaði fyri fleiri túsund árum síðani, eru ikki vorðin gomul ella óaktuel. Tey skulu ikki lagast eftir tíðini. Lyftir, sum blivu givin Ísrael og jødunum fyri fleiri túsund árum síðani eru enn í gildi!
Lyftir, sum eru givin tær og mær – eru enn í gildi!
Tí knýtt til lyftið, at Ísrael skuldi endurreisast, boðaði Ezekiel fyri 2.600 árum síðani hesi orð frá Harranum: ”… Eg, Harrin, havi talað og man útinna tað.” Ezekiel 36,36
Hesi fáu orð lýsa Guds lyndi, eitt lyndi, sum ongantíð broytist. So ger tær sjálvum ta tænastu, at tú letur tað fjallið av orðum frá politikarum, serfrøðingum og nevndum fara inn gjøgnum annað oyrað og út aftur gjøgnum hitt. Tú skalt heldur lesa Orðið, Bíbliuna, sum tú kanst líta á, tí TAÐ FER AT HENDA, SUM HANN HEVUR SAGT! Effie Campbell umsetti