Rópa á Jesus tá ið tú ert í neyð!!!
”Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!”
Sálm. 50,15
Roman Konyakin (39 ár) er úr Bryansk í útsynningspartinum av Russlandi. Sum 17 ára gamal kom hann til Noregs at ganga á bíbliuskúla í Sarons Dali í 3 ár. Tá hevði hann lært at tosa flótandi norskt. Hann arbeiddi sum tolkur og flutti heim aftur. Tá kom hann upp í missiónsarbeiðið hjá Steinar Harila í Kristiansand.
Í 2025 talaði hann á 20 møtum, meðan hann um jóltíðir var í Noregi. Har segði hann frá einari hending, sum hann hevði upplivað. ”Eg rópti ”Jesus” tríggjar ferðir. So stóð hann har, ein maður á ”surfifjøl”. Og so var hann horvin aftur.
Roman stendur stillur, meðan hann sigur frá hesum, men eyguni flákra eina løtu, sum sær hann enn aldurnar skola inn yvir seg. ”Eg orkaði ikki meir. Eg var um at søkka. Tá hoyrdi eg røddina á mammu: ”Rópa á Jesus.”
Hetta er bara ein av teimum sterku frásøgnunum, sum hann hevði upplivað. Men her kemur øll frásøgnin um (”sørfaran”) mannin, sum skreiddi eftir aldunum á einari fjøl og síðani hvarv.
Roman ger greitt, at hann tekur ikki lívið fyri givið. ”Mamma var eitt bønarmenniskja, og hon hevur altíð sagt við meg: ”Hendir okkurt í lívi tínum, og eingin fær hjálpt tær, rópa so á Jesus!”
Sum ungur studentur fór hann til Suðuramerika sum skiftisnæmingur. Ein dagin, tá ið hann fór út at svimja, varð hann brádliga tikin av einum undirsjóvarstreymi.
”Eg var ungur og hugsaði, nei, eg skal í hvussu er ikki rópa eftir hjálp. Eg skal megna at koma mær í land. Men eftir ein hálvan tíma var eg púra fyrilagstur, og eg var langt úr landi.” – Aldurnar gjørdust størri og størri, og sjálvt um Roman stríddist, varð hann drigin niður í sjógvin. Nú skilti hann, hvussu álvarsom støðan var, men hann var ikki mentur at rópa um hjálp ella veittra við hondunum.
”Tá hugsaði eg, nú er úti við mær. Eg fari at drukna. Tá komu orðini hjá mammu fram fyri meg: ”Rópa á Jesus”. Tá rópi eg, tað eg orki: ”Jesus, Jesus, Jesus,” tríggjar ferðir. Í somu løtu er tað ein maður á einari ”surfifjøl”, sum kemur upp beint undir liðini á mær.
”Eg skal hjálpa tær. Relax, relax (slappa av),” sigur hann á enskum. Hann lyftir meg upp, so eg fái sitið tvørtur um fjølina, við beinunum niðri í sjónum. Eftir ongari tíð so eru vit inni í fjøruni aftur. Hann tekur í hondina á mær og fær meg upp á land. Í tí at eg seti meg niður á sandin og vendi mær at takka honum, er hann horvin. Eg sá hann hvørki undan ella eftir druknivanlukkuna.
Roman steðgar á og smílist, áðrenn hann sigur: ”Eg haldi, at Gud sendi ein eingil. Tað eru ting og hendingar, sum vit ikki kunnu greiða frá. Skriftin sigur um einglarnar: ”Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?” Hebr. 1,14
Handa frágreiðingin er eitt brot úr blaðnum ”Troens Bevis”. Men nú sigi eg við teg: TÁ IÐ TÚ KEMUR Í NEYÐ, RÓPA TÁ Á JESUS!!!
Effie Campbell
Edvard Poulsen

