Herja á í bønini

„Og tá ið tað hevði tikið bókina, fullu hinar fýra verurnar og hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri lambinum, teir høvdu hvør sína hørpu og gullskálir, fullar av roykilsi, og eru tað bønir teirra heilagu. “
Opb.5,8

 

Á einum Aglowmøti segði ein sjúkrasystir frá einari bønarráðstevnu, sum hon hevði verið á yviri í Tóndheimi á sumri 2008. Henda ráðstevnan var fyri læknar, sum bóðu fyri sjúklingum. Sjúkrasystrar, heilsusystrar, jarðarmøður og onnur innan heilsuverkið vóru eisini við. Tað kom týðiliga fram, hvussu einsligir læknarnir kendu seg. Henda ráðstevnan skuldi vera fyri at styrkja teir í tænastuni. Her sóu teir, at tað var ikki bara hvør einstakur teirra, sum bað, men at aðrir í mongum londum stóðu júst í somu tænastuni sum teir.

Ellivu sjúkrasøgur vórðu lagdar fram á ráðstevnuni. Hetta vóru frásagnir um álvarsliga sjúk fólk, sum heilsuverkið hevði givið upp, men sum síðani blivu grødd, tá ið trúgvandi læknar bóðu fyri teimum.

 

Um ein sjúkrasøga skuldi fáa loyvi at verða løgd fram, máttu øll pappírini fylgja við, sum vístu allar blóðroyndir og allar aðrar kanningar, ið prógvaðu, at hesin persónur var álvarsliga sjúkur. Síðani skuldu pappírini frá somu kanningum, eftir at sjúklingurin var grøddur, vísast fram. Av hesum sæst, at ikki ein og hvør sjúkrasøga slapp at verða framløgd, men bara tær, ið kundu staðfestast og prógvast gjøgnum royndir undan og eftir bønini, sluppu gjøgnum nálareygað.

 

Ein ógvuliga kendur hjartaserfrøðingur í Norðuramerika var á stevnuni. Hann segði frá, at hann framdi skurðviðgerðir, brúkti heilivág og bað fyri sjúklingunum. Í fyrstani, tá ið hann fór undir at biðja, hendi ikki so nógv. Men tá ið tað frættist, at hann bað, streymaðu fólk til, og so við og við komu fleiri bønarsvør. Umleið 25 % av teimum, sum biðið verður fyri, verða grødd. Henda tænastan gjørdist so umfatandi, at hann setti ein prest í starv, sum skuldi biðja fyri teimum sjúku, sum ynsktu tað.

 

Ein dagin, tá ið hesin læknin ikki var til arbeiðis, skuldu læknarnir skurðviðgera ein mann, sum var álvarsliga sjúkur. Har vóru fleiri læknar hjástaddir og einar seks sjúkrasystrar; men maðurin fekk hjartasteðg og doyði.

 

Teir arbeiddu dúgliga upp á hann og góvu honum elektriskan stoyt; men har hendi einki, og meðan teir framhaldandi arbeiddu upp á hann, so sveittin lak av teimum, varð boð sent eftir hesum umrødda hjartaserfrøðingi, tí hann var so høgt mettur millum sínar starvsfelagar.

 

Hann kom og kannaði arbeiðsgongdina, men sá, at alt var gjørt eftir bókini. Sjúklingurin hevði nú ligið deyður í 40 min. Har var ikki meir at gera. Læknarnir og sjúkrasystrarnar fóru, og at enda var bara ein sjúkrasystir og hesin hjartaserfrøðingurin eftir.

 

Tá ið hjartalæknin var á veg út gjøgnum dyrnar, talaði Heilagi Andin til hansara og segði: “Far inn aftur. Bið eina ferð afturat og gev manninum elektriskan stoyt, tí eg vil lata hann koma til lívs aftur.”

 

“Harri, tað kanst tú ikki meina. Maðurin hevur verið deyður í 40 min. Alla hesa tíð er einki súrevni komið til heilan. Livnar hann upp aftur nú, verður hann ikki rættsiktaður.”

 

Men læknin valdi at vera lýðin. Hann fór inn aftur og segði við sjúkrasystrina: “Ger alt til reiðar. Hann skal hava ein stoyt afturat.”

 

Hon hugdi bilsin upp á hann og segði: “Tað kanst tú ikki meina!” Men hon mátti gera, sum hann beyð, tí hann hevði stóran myndugleika.

 

Læknin tók klæðið burtur av andlitinum, bað fyri honum og gav honum so stoyt. Sjúklingurin vaknaði og var heilt normalur.

 

Tá ið læknin gekk út gjøgnum dyrnar, visti hann við vissu, at onkur persónur hevði biðið nógv fyri hesum manni, tí annars kundi eitt so stórt undur ikki henda.

 

Seinni kom fram, at kona henda mann var trúgvandi, og hon hevði trúliga biðið fyri honum í 25 ár, at Harrin mátti frelsa hann. Tá ið hann skuldi leggjast undir skurð, fór dóttirin inn á sjúkrahúsið og inn í eina stovu, sum var uppat stovuni, har pápin lá. Har fór hon í bøn fyri pápa sínum.

 

Eftir at pápin var komin til lívs aftur, greiddi hesin óumvendi maðurin frá, hvat ið hann hevði upplivað, meðan hann var úr kroppinum. Hann var púra einsamallur í einum tøttum, svørtum myrkri. So merkti hann, at onkur bant eitt tog allan vegin rundan um hann og blakaði hann á ein ruskdunga. Tá ið hann rakti ruskdungan, vaknaði hann aftur til lívs.

 

Hugsa tær, har gongur konan og biður fyri honum. Hon sær einki úrslit, men heldur trúliga á í 25 ár, og tá kemur svarið eftir hesum undarliga vegi. Bønirnar blíva ikki burtur, men verða savnaðar í gullskálum í Himli, og svarið fer at koma. Herja tú tí á í bønini fyri tínum kæru, og lat ongan og einki steðga tær.

 

“ … teir høvdu hvør sína hørpu og gullskálir, fullar av roykilsi, og eru tað bønir teirra heilagu.” Opb. 5,8. Effie Campbell