Guds varðveitsla
”Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir. ”
Sálm. 121,8
Ein tryggleiki er í hesum orðunum! So kunnu vit í treysti fara undir ein nýggjan dag í áliti á hann, sum hevur lovað at vera við okkum, tá ið vit fara undir dagsins yrki og at hjálpa okkum í øllum, sum møtir okkum gjøgnum dagin. Og hvat dagurin ber í fangi sínum, er okkum dult, tí ”ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.”
At hann verjir útgang og inngang okkara merkir, at hann vil varðveita, verja, hjálpa og styrkja okkum, frá tí vit á morgni fara frá húsum, og til vit eru heima aftur á kvøldi.
Og tað nýtist okkum! Ikki er tað svartskygni at siga, at lívið er vandamikið. Ikki minst fyri sál okkara, tí er tað eisini gott, at Harrin hevur lovað at varða sál okkara.v.7.
Skulu vit koma óskadd gjøgnum dagin, ja ikki bert óskadd, men so rík og sterk í Gudi, at vit bera við okkum anga Krists, so tørvar okkum hjálp. Tí at Guds hjálp er ikki bert at verja okkum móti vandum, men eisini móti teirri megi, sum ger, at lív okkara verður eitt lív í yvirflóð. Jesus sigur tað soleiðis um tann, sum trýr ”úr lívi hansara skulu renna løkir við livandi vatni. At Gud varðar okkum gjøgnum allan dagin, merkir sostatt, at hann heldur okkum nær inn at sær, og tí verður lív okkara ikki bert eitt lív í tryggleika, men eisini eitt lív í góðsku.
Ja, tá gerst lívið ríkt, tá ið Harrin ikki bert heldur tí illa burturi frá okkum, men umgirðir okkum og fyllir okkum við síni góðsku, góðsku ímóti okkum og ígjøgnum okkum – góðska móti øðrum. Bert á tann hátt kunnu vit koma sigrandi gjøgnum dagin, hóast freistingar og mótgang. Vit kundu aldri trygt og í treysti farið út í gerandisdagin, um vit bert høvdu okkum sjálvi at litið á. Nú fara vit í Jesu navni undir dagin og sleppa at trúgva, ”at sum dagar tínir skal tín styrki vera,” og náði hansara er nóg mikið – altíð Harrin vil stríða fyri okkum, hann vil vera um okkum og vera hjá okkum. Hevur hann ikki sjálvur sagt: ”Sanniliga, eg vil vera við tær!”
Sum tað er gott at koma til hús eftir ein slíkan dag! Friður í hjartanum, samvitskan rein og fyltur av takksemi. Og so vissan um, at tann, sum kundi varða meg í dag, hann kann eisini varða meg í morgin. ”… og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. ” Orðt. 3,24
Eg leggi alt á Jesus; nátt og dag
styrki hann mær trúar hjartalag.
Vónin kastar akker í hans favn,
leitar har sær trygga hjartahavn;
hvar hann er, tú kærleikshimin sært
lýsa bjart