Heystið er komið
”Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; ”
Jóh.11,25
Heystið er komið. Heystið er tann tíðin, tá ið grøðin er staðin, tá ið urtir og blómur følna, tá ið fruktirnar verða innheystaðar. Heystið vísir okkum so skilliga, at alt her á jørð er forgongiligum og hevur sína tíð. Eisini mannalívið hevur sína tíð, sín heystardag. Hin almáttugi Gud hevur mált okkum menniskjum hvørjum sína tíð. Einki er vissari enn tað, at ein dag sendir Gud sín eingil at kvetta mín lívstráð, og ein dag at kvetta tín. Summi av okkum fáa snarboð og summi verða tikin eitt sindur avsíðis fyrst. Hetta kann vera tungt og ofta troystarleyst, men vita skulu vita, at hetta er Guds verk, og hann hevur altíð tað besta fyri eyga.
Í øllum lívsins viðurskiftum okkara – í gleði sum í sorg, hevur Jesus givið okkum hesi sælu orð um seg sjálvan: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Lat so deyðans eingil kalla okkara kæru burtur frá okkum – vit eiga at halda fast við hesa kristnu vón: at tann, ið trýr, skal aldri um ævir doyggja. Paulus, apostul, sigur: lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur (Fil.1,21). Og ein av kirkjufedrunum sigur: lat fíggindan taka lív mítt, sálini kunnu teir einki gera. Deyðin er tann síðsti fíggindi hjá okkum øllum, men honum, sum trýr, kann hann einki gera, tí Jesus Kristus hevur við deyða sínum vunnið hvørjum av okkum eitt ævigt lív heima í Guds ævigu bústøðum. Við deyða Lazarusar spyr Jesus Martu, um hon trýr, at hann er uppreisnin og hitt æviga lívið, og hon svarar: Ja! Gud gevi, at tú kanst svara ja upp á henda spurningin frá Jesusi – tá verður deyðin tær bara ein vinningur.
Væl veit eg, at vit menniskju eru fødd í synd og liva í stríðnum við synd og fella ofta fyri syndini; og vit høvdu verið illa stødd við okkara synd einsamøll á deyðadegnum. Men vit hava ein náðigan Gud at seta okkara lít til, og vit hava ein frelsara, sum vil átaka sær syndabyrðu okkara og sum vil reisa deyða likam okkara upp til ævigt lív við sær. – Latum okkum trúgva á hann!
n.