Himmiríkið

”Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. ”
Matt.13,44-50

 

Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum ein maður fann. Tað hendir ofta, at menniskju, sum hava livað lív sítt burtur frá Gudi, knappliga finna hann, rætt sum hesin maðurin fann dýrgripin. Tey verða so glað, so glað. Tey duga at síggja, at tey høvdu als ikki uppiborið eina slíka eydnu. Tey áttu einki at fingið uttan Guds revsandi dóm – eina æviga glatan.

Men sum av tilvild møttu tey Gudi ein dag, og Hann bjóðaði teimum náði og syndanna fyrigeving. Tey blivu so glað, at einki í øllum heiminum kundi uppvega gleði teirra. Henda gleði teirra bar av allar aðrari gleði, tey høvdu kent í tí syndiga lívi. Tey vórðu nýggj menniskju við einum nýggjum lívsmáli.-

 

Onnur menniskju síggja tómleikan í øllum tí verðsliga og fara at leita eftir Gudi eins og keypmaðurin, ið leitaði eftir vøkrum perlum. Við hart og drúgt stríð finna tey hann endiliga og so fáa tey eisini lut í gleðini yvir syndanna fyrigeving.

Hin stóri mótstøðumaðurin Paulus møtti Gudi sum einum snarljósi, meðan aðrir lærusveinar leitaðu fyri at finna Hann.

 

So ymisk sum vit eru, finna vit Gud á ymiskan hátt. –
Vit eiga at líða hansara náðikall, so vil hann í sínum tíma syrgja fyri, at vit fáa gleðina, sum er yvir allar heimsins gleðir – gleðina yvir syndanna fyrigeving.

 

Og himmiríkið er líkt eini nót. Tað fevnir um okkum øll, trúgvandi sum vantrúgvandi, stórar og smáar syndarar. Men sum í nót verður skilt ímillum etandi og óetandi fisk, soleiðis vil á evsta degi verða skilt ímillum tey, sum hoyrdu kallið og tóku við trúnni, og so tey, ið ikki gjørdu tað.

Vinur mín, leitar tú eftir Gudi ella letur tú Hann enn leita eftir tær?

 

Náði, at hann fann meg,

Náði, at hann vann meg,
Náði, at hann bar meg heim til sín!
n.