Hindugentan Maya

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16

 

Ein trúboðari boðaði orðið í Himalaya. Men nú er tað soleiðis, at tað er ikki altíð nóg mikið bara eina ferð at vitja eina bygd, og hey, so hava øll tikið ímóti Jesusi. Tað kann taka tíð, áðrenn fólk koma til trúgv.

Trúboðarin kom til bygdina hjá Mayu, og hann fekk høvi at siga henni frá okkara Frelsara, Jesus Kristus. Maya var hinduari og fylgdi gjølla øllum ritualunum. Hon var rótfest í sínari trúgv upp á hindugudarnar.

Trúboðarin greiðir frá: „Eg hitti Mayu í hennara bygd og fekk høvi at siga henni um okkara Frelsara, Jesus Kristus. Sjálvt um hon hevði hoyrt um Jesus fyrr, so visti hon kortini ikki, hvør ið Hann var, ella hvat ið Hann hevði gjørt fyri okkum“.

So greiddi eg henni frá, at „Gud elskaði heimin so nógv, at Hann sendi einasta son sín, Jesus Kristus, til hesa verð sum eitt menniskja fyri at frelsa menniskju frá syndum teirra og geva teimum ævigt lív, teimum, sum trúgva á Hann.“

Hon spurdi ymiskt um hindutrúnna og aðrar religiónir, og eg segði henni, at religión er menniskjans roynd at røkka Gudi, men í kristindóminum er tað Gud, sum í skapilsi av einum menniskja kom her niður til okkara, so vit kundu gerast Guds børn. Eg segði henni eisini, at góðar gerðir og religión ikki kunnu frelsa okkum.

Næstu ferð, vit komu til hennara bygd, hittu vit hana aftur. Eg helt á at siga henni frá tí, vit høvdu tosað um síðstu ferð, og eg segði henni, at uttan Jesus er tað eingin, sum kann koma inn í himmalin, av tí at Hann er lykilin og Vegurin til himmalin.

Eftir at hon skilti tað, sum eg segði henni frá um evangeliið um Jesus, gjørdi hon av at geva Harranum lív sítt, og hon vildi vera saman við Jesusi í ævinleikanum í himli. – So leiddi eg hana í frelsubønina. – Tað er undurfult! – Hugsa tær, hvat ið menniskju lata gleppa sær av hondum, av tí at tey ikki vita, hvat ið Jesus longu hevur gjørt. Støðan her rundan um okkum er kanska hin sama: grannin, starvsfelagin, floksfelagin, vinmaðurin hava kanska hoyrt um Jesus … hava hoyrt navn hansara og vita, at hetta hevur okkurt við kristindómin og okkurt við ein kross at gera, men tey vita ikki rættiliga, hvør ið Hann er, og hvat ið Hann hevur gjørt fyri tey.
Hvat ætla vit at gera við tað?
Effie Campbell umsetti