Hvar er lambið?
»Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6 og 1.Mós.22,7
Alt var til reiðar til ofringina, men ”hvar er lambið?” spyr Ísakur.
Hansara spurning hava vit orsøk at lata fara víðari til mong menniskju.
Heidningarnir hava teirra gudar, islam hevur sín profet, Ísrael hevur sína lóg, sína gudsdýrkan; men hvar er lambið?
Og øll tey navnkristnu her í Vesturheiminum, tey hava ofta alt í lagi. Tey eru doypt, koma viðhvørt til gudstænastu og altars, tey hava ein Gud, ein Várharra uppi í Himli – men hvar er lambið?
Tey hava einki Lamb. Tey hava ongantíð havt eina stund eina løtu, har Lambið, Guds slaktaða Lamb, bleiv lív teirra, teirra frelsa og friður – allur teirra kristindómur.
Tí eru tey glatað í øllum hinum. Tí bara í Lambinum er frelsa. Bara í Lambsins blóði er bót og atgongd til Gud. Og uppi í Himli hjá Gudi sjálvum snýr alt seg um Lambið. Sangurin har uppi er ”songur Lambsins”, brúðurin er ”brúður Lambsins” og brúdleypið er ”brúdleyp Lambsins”. (Opb.15,3 og 19,7).
Dýrtkeypta sál – er tað Guds Lambið vorðið tín einasta atgongd til Himmalin? Annars kemur tú ongantíð inn hagar.
Lambið, sum slaktað varð, er Jesus Kristus. Jesus segði: ”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Trúgv á hann og lat hann leiða teg.
Effie Campbell umsetti