Í dag

”Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!«”
Luk.23,43

 

Hvar fara vit, tá ið vit doyggja?

Tá ið vit fara hiðani, koma vit á einhvønn stað. Men hvønn?

Jesus segði, at hann fór til Paradís, og tað við tað sama; ”í dag” sigur hann.

Øll tey, sum trúgva á hann og hoyra honum til, og sum hann tekur til sín, koma við honum til Paradís.

Hvar so hetta Paradís er, og hvussu tað so er við tí, skulu vit einki hugsa um. Tað er okkum nóg mikið at vita, at Paradísvegurin er gongdur, – tað sigur Jesu krossur okkum – og at Paradís er har, sum Jesus tekur okkum til sín.

Hvussu seint kann ein menniskja umvenda seg? Ja, hon kann umvenda seg so seint sum á deyðastrái. Hetta sýnir søgan um annan ránsmannin á krossinum. Og nógv dømi sýna tað sama enn.

Men fyri tað er ikki sagt, at øll kunnu tað.

Vit eiga at minnast til, at har var eisini ein triði krossur og ein annar ránsmaður. Hann spottaði Jesus til tað síðsta. Hann doyði undir liðini á Jesusi, frelsaranum, men vit hoyra einki um, at hann umvendi seg. Hann slapp ikki í Paradís við Jesusi.

”í dag”, sigur Jesus. Vit vita einki um ”í morgin”. Lat okkum tí, meðan tíð er, fara til Jesus við synd og neyð okkara og taka ímóti frelsu hansara.

Lat okkum tí, eins og hesin maðurin, kalla á hann við frelsaranavni hansara, Jesus, og siga við hann: Minst til mín, bjarga mær, tak meg við í ríki títt!

Tá skal Paradísgøtan, nær og hvar deyðin so kemur, liggja opin fyri okkum.