Aftur til forsíðu

Immanuel

Immanuel

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

”«Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Gud við okkum.»” (Matt 1,23)

Gud sendi sín son at verða føddan sum menniskja, fyri at hava møguleika at vera saman við okkum. Hann ”skar tað út í papp” fyri okkum, við at kalla hann Immanuel, sum merkir ”Gud við okkum”.

Gud ynskir at vera við okkum. Tað er ikki tí, at Hann hevur skyldu til at verða saman við okkum. Nei, Hann verðuliga ynskir tað, tí hann elskar okkum so høgt. Hann er ein persónligur Gud, og ynskir at verða hjá hvørjum einasta av okkum óansæð umstøður.

Nógv av okkum hava hoyrt hetta ofta, og tí er tað lætt, at Immanuel bert verður eitt navn. Men royn líka og set teg niður í tveir minuttir og hugsa um, hvat tað verðuliga merkir: Gud er við tær. Hvat merkir tað persónliga fyri teg? Hvat merkir tað fyri støðuna, tú ert í júst nú? Hvat merkir tað fyri avgerðirnar, tú skalt taka um framtíðina?

Gud er við óansæð, hvat tú fert ígjøgnum, og hvar tú ert í lívinum.

Immanuel. Gud er við okkum. Hetta er onki minni enn fantastiskt!

A+