Jesus doyr á krossinum
”Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: »Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! ”
Mark.15,31
Jesus mátti sjálvur bera kross sín út á Golgata, og tað var als ikki løgið, at hann hoknaði undir hesi byrðu.
Teir vóru farnir illa við honum! Teir høvdu sligið hann við knýttum nevum, við sevleggjum og einum jarnrøri. Teir høvdu bart hann við ræðslukoyrlinum, so blóðið rann, og trýst tornakrúnuna niður yvir pannu hansara!
Tá ið krossurin varð reistur har úti, hildu teir á við óndskapi sínum at háða og spotta tann heilaga og reina – meðan Jesus bað fyri teimum.
“…»Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!« …” Luk.23,34
Men tað var eisini okkurt annað, sum teir ikki vistu. Nevniliga, at tað, sum sá út sum ein ósigur, í veruleikanum var ein stórur sigur. Ja, størsti sigurin, sum nakrantíð er vunnin á hesi jørð! Sigurin yvir Sátani og syndini. Her úti á Golgata lat Jesus Páradísportrið upp fyri syndarum – við egna blóði sínum!
men tað skiltu teir als ikki! Og tá ið teir søgdu: “»Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa!…” Matt.27,42 søgdu teir ein undurfullan sannleika, uttan at teir sjálvir vistu av tí.
Aðrar hevur hann frelst! Ja, júst so! Og annar ránsmaðurin var hin fyrsti, sum gekk inn gjøgnum frelsunnar opnu dyr!
Seg sjálvan er hann ikki mentur at frelsa! Nei, tað kundi hann ikki! Tí um hann skuldi frelsa okkum, mátti hann doyggja sjálvur. Hann doyði í okkara stað. Hann “setti lív sítt til fyri seyðirnar”. Við blóði sínum rindaði hann fyri synd heimsins – eisini fyri tína og mína synd.
Men ránsmaðurin fekk jú ikki stundir at betra seg og taka annað skinn um bak. Hann kundi ikki so mikið sum halda saman hendur í bøn. Hvussu kundi hann so blíva frelstur?
“Og hann segði: »Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!«” Soleiðis ljóðaði einfalda bøn hansara. Og Jesus svaraði: “Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!«” Luk.23,43
So einfalt er tað, er tað ikki undurfult?
Vilhelm Munch. Effie Campbell umsetti