Kom niður úr hasum trænum!
Í Lukas kapittul 19 lesa vit um yvirtollaran, Sakeus. Hann var ríkur, men hann var ikki nøgdur! Tað var nakað, sum manglaði í lívinum hjá honum. Tollarar, og ikki at tala um yvirtollarar, vóru millum fólk tá á døgum, sæddir sum stórsyndarar, tí teir kravdu skatt inn til rómverska hersetingarvaldið. Eisini ljóðaði tað, at tollarar ríkaðu seg sjálvar upp, við at taka eyka skatt frá fólki. So bara tað at koma út ímillum tað vanliga fólkið, kravdi sítt av Sakeusi.
Tað var ikki bert vanligt forvitni, sum var drívkraftin hjá Sakeusi at møta Jesusi. Sakeus hevði óivað hoyrt nógv um Jesus og vildi fegin uppliva hann. Vit lesa, at hann var lítil á vøkstri, so hann mátti finna uppá okkurt snilt fyri at tryggja sær at síggja Jesus, tá hann kom gangandi framvið. Sakeus valdi at klúgva upp í eitt morberjatræ. Har var gott útsýni.
Men so hendir nakað, sum eingin hevði væntað. Tá Jesus er komin áleiðis har sum træið stóð, hyggur hann upp og sigur kendu orðini: “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi. Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður” (v.5-6).
Næstan sum tá ein búgvin frukt fellur niður av einum træi, skundaði Sakeus sær niður og tók glaður ímóti honum. Jesus kendi hjartað á Sakeusi. Jesus kallaði á Sakeus, tí hann visti, at Sakeus var ein syndari, sum hevði brúk fyri frelsu.
Men hetta varð ikki tikið væl upp ímillum fólkið. Ónøgdin og undranin fór munn av munni, og tey spurdu seg sjálv, hvussu í víðastu verð, kundi Jesus fáa seg til at fara inn hjá einum sooo syndugum manni. Visti hann ikki betur ella hvat?
Tað var eingin ivi um, at tey hildu at Sakeus so avgjørt ikki hevði uppborið nakra vitjan av Jesusi. Har var alt ov nógv synd í hansara lívi.
Men Sakeus upplivdi frelsu og stóra broyting í lívi sínum hendan dagin. Tí Jesus hevði kallað og Sakeus hevði svarað. “Tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí” (v.10)
Eingin av okkum kann siga seg at vera frían frá synd – í einum ella øðrum formi! Og tí hava vit ongan livandi kjans at koma fram fyri Gud uttan ígjøgnum tann krossfesta Jesus.
Vit hava øll brúk fyri vitjan av Jesusi!