Kvøldbønin

”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. ”
Orðt. 22,6

 

Berggrav biskuppur hevur skrivað eina lítla bók: Barnasál og religión, sum foreldur og lærarar fáa nyttu av at lesa. Hann leggur dent á, at barnalyndið krevur trý ting: autoritet(fastleika), tryggleika og frælsi. Í endanum á bókini stendur hetta:

Av tí, at vit her nema við børnini og veruleikasansin, so lat okkum taka við eina hending, sum er søgd av einum enskum rithøvunda. Hon sigur frá, hvussu avbera frísk barnsins áskoðan kann vera. Í Liverpool var ein 6 ára gomul genta farin at ganga í sunnudagsskúla, uttan at mamman visti ella vildi tað – mamman var ateist.

Tá ið dóttirin fór at biðja kvøldbøn, fór mamman tí beinanvegin at pilka henda ósið úr henni. Men barnið helt fram við treysti. Harafturat bað hon kvøldbøn sína hart, hóast mamman helt fast við, at tað var nyttuleyst. Fyri rættiliga at prógva hetta, nýtti mamman høvið, tá ið hon hoyrdi, at dóttirin kvøldið fyri, sum hon fylti, bað Gud um, at hon í morgin kundi fáa eina føðingardagskringlu.

Mamman syrgdi fyri, at hon onga fekk, og hetta kvøldið blandaði hon seg uppí, beinanvegin sum dóttirin byrjaði at biðja. ”Tú sært jú, at tað er nyttuleyst. Í gjár baðst tú um eina kringlu, og nú sært tú, at hann hoyrir ikki.”

Svarið ljóðaði: ”Jú, hann hoyrir væl, mamma, men hesa ferð mátti hann siga nei.”
Jákup av Sundi týddi.