Lítil ella stór synd

Skrivað: Heri Danielsen

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann” (Ják 1,12).

Vit hava øll verið í hasari støðuni, har vit bara hava so góðan hug at gera okkurt, vit vita er skeivt. Við hugsa í okkara lag “jamen, øll hini gera tað, so hví ikki?”, og vit gera okkara synd minni enn, hvat hon í veruleikanum er.

Serliga í Føroyum eru vit sera ‘góð’ til at gera syndir til nakað lítið. Men vit eru eisini meistarar í at velja nakrar syndir út, til at vera tær størstu og farligastu. Til dømis viðvíkjandi at drekka seg í óvit. Vit tosa altíð um hetta evnið, sum um at tað er ein deyðssynd. Sjálvt um vit øll vita, at Faðirin fyrigevir okkum. Ikki tað, vit skula jú royna ikki at synda, og tí eisini halda okkum frá júst hesari syndini. Men tað, sum vit øll heldur skuldu gjørt, er, í staðin fyri at hála syndir niður á okkara støði og siga, hvat er ein stór synd og ein lítil, so áttu vit heldur at sagt, at allar syndir eru líka stórar. Tí ikki fyrrenn tá byrja vit at síggja, hvussu vánalig vit menniskju eru. Vit eru syndarar frá topp til tá. Men í allari hesari neyðini er tað, at vit síggja, hvussu stór náðin er. Vit skula royna at víkja burturfrá synd, altíð. Tí at vit hava ein Gud, sum elskar okkum so nógv, at hann gav sín einasta son, fyri at vit skuldu hava ævigt lív.

Um vit megna at halda hetta lívið út og liva í Guds hondum og kærleika, tá hava vit stríðst tað góða stríðið, og tá skula vit fáa krúnuna og atgongumerki til himmals. Tí at tað hevur Harrin lovað okkum, tí hann elskar okkum.

Heri Danielsen, Toftir