Ljós

Skrivað: Hanna Skorastein

Havi gingið og hugna um heima við hús hesar seinastu dagarnar. Vaska, stákast, fingið mær jólapynti niður av ovasta lofti. Hóast myrkur, so haldi eg hetta er ein góð og hugnalig tíð. Vit tendra ljós, bæði inni og úti, livandi ljós og ljósketur.

Kom at hugsa um eitt prát sum eg og dreingirnir høvdu fyri einum tveimum árum síðan, sum snúði seg um gávur. Gávu-ynskini vóru tá, og eru framvegis mong. Stórar gávur. Lítlar gávur. Kostnaðarmiklar, men sanniliga eisini í tí bíligara endanum. Somuleiðis vóru spurningar um hvør skuldi hava eina jólagávu? Hvussu nógvar skuldu keypast? Hvussu nógv skuldi hvør kosta? Og so framvegis. Men ein spurningur sum trokaði seg framat, var hesin, hví skuldi onkur ikki hava? Hetta, at vit frávaldu at keypa gávur til nøkur, og so ommur og abbar, sum enntá løgdu dent á at teimum nýttist als ikki nakra gávu. Hetta høvdu dreingirnir trupult við at skilja, at onkur enntá frábað sær eina gávu. Ja, ilt at skilja hjá tveimum smádreingjum, sum nærum ynskja sær alla verðina.

Hetta, at vit velja til og frá hvør skal hava eina gávu frá okkum, fekk mínar tankar víðari. Er nakar sum fær kensluna av at verða forbí-gingin? Er onkur, sum burdi fingið eina gávu frá mær, men sum eg gloymi? Yvirsíggji? Ikki við vilja, men allarhelst er onkur sum fer í gloymibókina.

“Eg eri ljós heimsins,” segði Jesus (Jóhs. 8, 12). Í hesi myrku tíð, við nógvum ljósi sum vit seta fram, er Jesus tó tað størsta og bjartasta ljósið. Vit ynskja at gleða onnur og geva teimum gávur. Men hetta gera vit, tí okkum er givin tann størsta gávan, at Jesus lat seg føða inn í okkara heim. Og hendan størsta gávan, frelsuverkið, er fyri okkum øll. Her er ongin gloymdur, ongin forbí-gingin. Hetta er fyri ein og hvønn sum trýr, og Guð gevi at eg eisini fyrst og fremst megni at geva hesa gávu víðari – at vísa øðrum á Jesus.

Amen.