Lukas 11,1-4

 

Teksturin í dag er Lukas 11,1-4

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

1 Ein dagin, Jesus stóð og bað, kom ein av lærusveinunum til hansara, tá ið hann var liðugur, og spurdi hann: “Kanst tú læra okkum at biðja, eins og Jóannes hevur lært sínar lærusveinar?” 2 Jesus svaraði: “Tá ið tit biðja, skulu tit siga: Pápi! Lat øll fata, at tú ert Gud, og lat ríki títt gerast veruleiki. 3 Gev okkum tað breyð, okkum tørvar í dag. 4 Fyrigev okkum syndir okkara, soleiðis sum vit fyrigeva øðrum. Hjálp okkum, tá vit verða freistað.”

Teksturin frá biblia.fo

v1 Og tað bar so á, meðan hann var á einum staði og helt bøn, at ein av lærusveinum hansara segði við hann, tá ið hann var hildin uppat: «Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.» v2 Men hann segði við teir: «Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, v3 gev okkum hvønn dag okkara dagliga breyð, v4 og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.»