Lukas 12,22-34
Teksturin í dag er Lukas 12,22-34
Andrias Magnussen lesur.
v22 Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu fáa at eta; ikki heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fáa at fara í. v23 Lívið er meira enn maturin, og likamið meira enn klæðini. v24 Gevið gætur eftir ravnunum; teir hvørki sáa ella heysta, teir hava hvørki hjall ella løðu, og Guð føðir teir. Hvussu nógv eru ikki tit mætari enn fuglarnir. v25 Men hvør tykkara kann við stúran síni leggja eina alin aftur at hædd síni? v26 Tá ið tit nú ikki eru førir fyri tí minsta, hví stúra tit tá fyri øllum hinum? v27 Gevið gætur eftir liljunum, hvussu tær vaksa; tær arbeiða ikki, hvørki spinna ella veva; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. v28 Men tá ið Guð soleiðis klæðir grasið á markini, sum stendur í dag, men í morgin verður blakað í ovnin, hvør mikið meira tá tykkum, tit fátrúnu! v29 Og spyrjið tit tí ikki um, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka, og verið ikki hugfalnir! v30 Tí at um alt hetta er tað, at heidningarnir í heiminum spyrja; men faðir tykkara veit, at tykkum tørvast hetta. v31 Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt. v32 Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið! v33 Seljið ognarlutir tykkara og gevið olmussu. Gerið tykkum pungar, sum ikki verða slitnir, ein skatt, sum ikki minkar, í himlunum, har sum tjóvur ikki kemur at, og ei heldur mølur etur upp; v34 tí at har sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.