Lukas 23,13-25

 

Teksturin í dag er Lukas 23,13-25

Ólavur Jacobsen lesur.

v13 Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið v14 og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri. v15 Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri. v16 Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» ( v17 Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.) v18 Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!» v19 Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp. v20 Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan. v21 Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!» v22 Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.» v23 Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. v24 Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu; v25 og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra.