Lukas 24,13-35
Teksturin í dag er Lukas 24,13-35
Ólavur Jacobsen lesur.
v13 Og sí, tveir teirra vóru sama dagin á ferð til eina bygd, sum nevnist Emmaus og var seksti stádiur frá Jerúsalem; v14 og á leiðini talaðu teir sín ámillum um alt hetta, ið tilborist hevði. v15 Og tað hendi, meðan teir samtalaðu og skiftu orð um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fór í ferðini við teimum. v16 Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so at teir kendu hann ikki. v17 Og hann segði við teir: «Hvørjar eru tær samtalur, sum tit halda tykkara millum, meðan tit ganga?» og teir steðgaðu daprir í ásjón. v18 Men annar teirra, sum æt Kleofas, svaraði og segði við hann: «Ert tú einsamallur ókunnigur í Jerúsalem og veitst ikki tað, sum har er hent í hesum døgum?» v19 Og hann segði við teir: «Hvat tá?» Men teir søgdu við hann: «Viðvíkjandi Jesusi úr Nasaret, sum var ein profetur, mektigur í verki og í orði fyri Guði og fólkinum øllum, v20 og hvussu høvuðsprestarnir og ráðsharrar okkara góvu hann inn undir deyðadóm og krossfestu hann. v21 Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael. Men ið hvussu er, so er tað tó nú triði dagurin, síðan hetta barst til. v22 Og so hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum í ørviti, av tí at tær árla vóru komnar at grøvini; v23 og tá ið tær ikki funnu likam hansara, komu tær og søgdu, at tær høvdu eisini sæð eina sjón av einglum, sum søgdu hann liva. v24 Og nakrir av feløgum okkara fóru út til grøvina, og funnu alt soleiðis vorðið, sum kvinnurnar høvdu sagt, men hann sóu teir ikki.» v25 Og hann segði við teir: «O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! v26 Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?» v27 Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum. v28 Og teir nærkaðust bygdini, sum teir ætlaðu sær til; og hann lætst, sum hann ætlaði at fara longur. v29 Men teir noyddu hann almikið og søgdu: «Verð hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar!» Og hann fór inn at verða hjá teimum. v30 Og tað bar so á, meðan hann sat at borði við teimum, tók hann breyðið og vælsignaði og breyt tað og gav teimum. v31 Tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann; men tá varð hann ósjónligur fyri teimum. v32 Og teir søgdu hvør við annan: «Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?» v33 Og teir fóru á føtur í teirri somu stund og vendu við aftur til Jerúsalem og funnu teir ellivu saman komnar og teir, sum við teimum vóru, sum søgdu: v34 «Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.» v35 Og hesir søgdu frá tí, sum hent var á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum, við tað at hann breyt breyðið.