Lukas 6,43-49
Teksturin í dag er Lukas 6,43-49
Jógvan Højgaard lesur.
v43 Tí einki gott træ er til, sum ber ringa frukt; og heldur einki ringt træ er til, sum ber góða frukt. v44 Tí at hvørt eitt træ kennist av síni egnu frukt; tí at tey henta ikki fikur av tornum, og heldur ikki heysta tey vínber av tornarunni. v45 Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av. v46 Men hví kalla tit meg: Harra, harra, og gera ikki tað, sum eg sigi? v47 Hvør tann, sum kemur til mín og hoyrir orð míni og ger eftir teimum – eg skal sýna tykkum, hvørjum hann er líkur: v48 Hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús og gróv djúpt niður á botn og legði grundina á klett; og tá ið áarføri kom, skolaði vatnflóðin móti hesum húsi, men fekk ikki vikað tí, av tí at tað var væl bygt. v49 Men tann, sum hoyrir og ikki ger eftir tí, hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús oman á jørðini við ongari grund undir; vatnflóðin skolaði móti tí og tað rapaði alt fyri eitt, og stórt var fallið á hesum húsi.»