Lukas 9,10-17
Teksturin í dag er Lukas 9,10-17
Torleif Johannesen lesur.
v10 Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. v11 Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar. v12 Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.» v13 Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.» v14 Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!» v15 Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður. v16 Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni. v17 Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur.