Lukas 9,28-36

 

Teksturin í dag er Lukas 9,28-36

Jørgen Andreasen lesur.

v28 Men tað bar so á okkurt um átta dagar eftir hesa røðu, at tá tók hann Pætur og Jóhannes og Jákup við sær og fór niðan á eitt fjall at halda bøn. v29 Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít. v30 Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; v31 teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem. v32 Men Pætur og felagar hansara vóru avkomnir í svøvni; men tá ið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd hansara og teir báðar menninar, sum stóðu hjá honum. v33 Og í tí teir skuldu skiljast frá honum, tá segði Pætur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina!» – tí at hann visti ikki, hvat hann segði. v34 Men meðan hann hevði hetta á máli, kom eitt skýggj og skuggaði yvir teimum; og teir vórðu ræddir, tá ið teir komu inn í skýggið. v35 Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: «Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!» v36 Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. Og teir tagdu, og í teimum døgunum søgdu teir ongum frá nøkrum av tí, sum teir høvdu sæð.