Matteus 26,30-35
Teksturin í dag er Matteus 26,30-35
Jógvan Højgaard lesur.
v30 Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. v31 Tá sigur Jesus við teir: «Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: «Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.» v32 Men aftaná at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.» v33 Men Pætur tók til orða og segði við hann: «Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.» v34 Jesus segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» v35 Pætur sigur við hann: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir.