Matteus 26,57-68
Teksturin í dag er Matteus 26,57-68
Jógvan Højgaard lesur.
v57 Men teir, ið høvdu tikið Jesus, førdu hann til Kaifas, høvuðsprestin, har sum hinir skriftlærdu og hinir elstu vóru saman komnir. v58 Men Pætur fylgdi honum langt aftaná líka at borgargarðinum hjá høvuðsprestinum, og hann fór innum og settist niður hjá sveinunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða. v59 Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; v60 men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu: v61 «Hesin maðurin hevur sagt: «Eg eri mentur at bróta Guðs tempul niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.»» v62 Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: «Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?» v63 Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann: «Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs.» v64 Jesus sigur við hann: «Tú segði tað sjálvur. Men eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.» v65 Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: «Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina. v66 Hvat halda tit?» Men teir svaraðu og søgdu: «Hann er sekur til deyða.» v67 Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan v68 og søgdu: «Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?»