Kloddar, spjarrar og skeytar

”Ebed-Melek tók menninar við sær og fór heim í kongshøllina inn undir fæhirðsluna og tók haðan spjarrar og skeytar av gomlum pløggum og læt síga tað í bondum niður í brunnin til Jeremia, og hann rópaði niður til Jeremia: Legg spjarrarnar undir hendurnar um bandið! Jeremia so gjørdi. ”
Jer.38,11-12

 

Onkuntíð kanst tú hoyra fólk tosa forhánisliga um tey heimleysu og kalla tey fyri ein klodda. Hatta er ikki rætt at gera, tey skulu ikki verða vanærd og eyðmýkt. Vit vita ikki, hvussu lívið er farið við teimum. Tey eru eisini skapt í Guds mynd, og sami prísur er goldin fyri tey sum fyri øll onnur. Jesus rindaði prísin á Golgata, og tann prísurin er eins fyri okkum øll.

Tað stendur nakað um spjarrar og skeytar í Bíbliuni, og teir lógu inni í sjálvari kongshøllini, og Gud brúkti teir stórliga. Stykkið stendur í Jeremia 38, 6–13.

Søgan er henda: Nakrir menn tóku Jeremia og lótu hann síga niður í ein brunn í bondum. Einki vatn var í brunninum, bara runa, og Jeremia sakk niður í hesa rununa.

Ebed-Melek, sum var í hirði kongs, frætti hetta, og hann fór inn til kongin og greiddi frá støðuni, sum Jeremia var í, og at nú fór hann at doyggja í hungri í brunninum. Kongur bað Ebed-Melek taka 30 mans við sær og fáa Jeremia upp úr brunninum. Ebed-Melek so gjørdi, hann tók menninar við sær og fór heim í kongshøllina og inn í eitt goymslurúm, og haðani tók hann skeytar og spjarrar av gomlum klæðum og læt síga tað í bondum niður til Jeremia. So rópti hann: „Legg spjarrarnar undir hendurnar um bandið.“ Tað gjørdi Jeremia. Síðani drógu teir hann við bondunum upp úr brunninum, og Jeremia sat nú aftur í vaktargarðinum.

Hetta er ein góð mynd uppá, hvussu Gud kann brúka tað, onnur kalla fyri kloddar. Hann kann brúka tað stórliga í síni tænastu. Her vóru teir uppií at bjarga profetinum, Jeremia, og gev tær far um, at teir høvdu sítt tilhald uppi á sjálvari kongsborgini. Effie Campbell