Orð um krossin
“Tað er fullgjørt!”
Joh. 19, 30
Ein kristindómur uttan kross er sum ein bilur uttan motor: Tú kanst saktans seta teg inn í hann og hava tað gott; men hann førir teg ikki fram til nakað.
Tá ið høvuðsprestarnir, Ráðið, sveinarnir, rómverski høvuðsmaðurin og hermenninir langafríggjadag umsíðir vóru lidnir við sítt stríð og høvdu fingið Jesus hongdan upp á krossin, var tað ikki teirra verk, men Hansara, sum var “fullgjørt”.
Eftir Kr. Friis: “Pigge og Nagler”. E. Campbell umsetti.