Prestur hjá teimum ið ikki ganga í kirkju 4:8
„Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, “
Matt. 28,19
4. Johannes Amritzer
Ábraham var ein Guds høvdingur millum fólkið. Hann keypti ongan jarðarteig, tí hann og eftirkomarar hansara skuldu fáa landið einaferð seinni. Hann keypti Makpela-hellið staðin fyri. Eg eigi ikki Stockholm; men andaliga eigi eg tað. Vit hava ein stóran sal 5.300 m2. Og profetiskt eigi eg allar bussar, tok og pitsamatstovur.
Vit búgva í einum raðhúsum. Grannin er ein vanlig svensk familja – maðurin og konan hava bæði verið gift fyrr – so har er ein rúgva av børnum. Elsta dóttirin Linda var 16 ár og bleiv upp á vegin. “Eg hoyri, at Linda er við barn,” segði eg við pápan, tá ið eg møtti honum úti í túni.
“Ja,” segði hann, “vit trúðu, at smábarnatíðin hjá okkum var liðug. Men hon hevur avgjørt, at hon skal hava barnið, og so stuðla vit henni í tí.”
“Tað var av sonnum gott.”
Ein dagin møtti eg Lindu. “Eg hoyri, at tú ert upp á vegin,” segði eg.
“Ja,” segði hon ótrygg á málinum, “eg veit ikki, hvussu tað fer at ganga at gerast mamma.”
“Mamma verður tú, tá ið barnið kemur út, og tú fert at gerast ein fín mamma. Tú fert at megna bæði hetta og hatta.” Eg royndi at troysta og ugga hana og vera prestur fyri hana.
So kom barnið, og tá var Linda 17 ár. Eg fór inn við einari lítlari gávu at ynskja teimum til lukku. Eg taki hetta lítla í kneppið, og familja og vinir sita har í køkinum. Tá brádliga kemur Heilagi Andin yvir meg, og eg haldi, at tað er so stórt, at hetta barnið hevur fingið ein møguleika, tað var eingin sjálvfylgja. “Ger tað nakað, um eg vælsigni hetta barnið?” spyrji eg og bíði ikki eftir svari, men seti í at biðja Harran vælsigna hetta barnið og framtíð tess. Eg biði leingi, og tárini rulla. Øll familjan situr í køkinum, og tað er pinnakvirt. Heilagi Andin var har. Linda sat í sofuni og hugsaði: “Wau, hasin presturin brýggjar seg um son mín og meg. Hann er djarvur at biðja her í køkinum hjá okkum. Hann skal vera mín prestur!” Hon var bara 17 ár, og hetta sat hon og hugsaði innan í sær. Hon hevði ongantíð verið í nakrari kirkju. Hon kom í okkara kirkju, bleiv frelst og doypt, og hon hevur fingið 10 onnur fólk við sær í meinigheitina. Hon er ein av okkara bestu evangelistum. Tað er soleiðis, at tað virkar.
Edvard Poulsen

