Professari í trupulleikum

”Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. ”
Sálm.78,12-13

 

 

Ein indari fór til Amerika at lesa. Har hoyrdi hann evangeliið. Hann læt hjarta sítt upp og tók við boðskapinum og gjørdist persónligur trúgvandi.

 

Tá ið hann ein dagin sat uttan fyri universitetið og las í Bíbliuni, kom ein arkeologi-professari framvið. Hann hoyrdi studentin siga fram fyri seg: ”Hetta er sanniliga eitt ófatiligt undur!”

 

Professarin spurdi tá, hvat ið tað var, hann las.

 

”Eg lesi um, tá ið Gud læt Reyða havið fara sundur, so at Ísraels fólk kundu ganga turrskødd tvørturum,” svaraði hesin hugtikni nýumvendi studenturin.

 

”Ungi maður,” segði professarin, ”nýggjari kanningar hava víst, at tað eftir øllum at døma bara var 10cm djúpt vatn á tí staðnum, har sum Ísraels fólk fóru tvørtur um Reyða havið!” Og síðani fór professarin.

 

Men tá ið hann løtu seinni kom aftur, sær hann studentin, sum enn situr og lesur á sama staði. Í tí hann gekk framvið, hoyrdi hann nú studentin mutla fyri seg sjálvan: ”Men hetta er eitt enn størri undur!”

 

”Hvat lesur tú meðni nú?” spurdi professarin.

 

”Jú,” svaraði studenturin, ”eg lesi um ta stóru hendingina, tá ið Gud druknaði Fárao og allan her hansara í vatni, sum bara var 10cm djúpt!”
TF-blaðið 9/1997. E.Campbell umsetti