Rokna við Jesusi – í lívsins týdningarmiklasta spurningi(7:9)

 

”Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. ”
Jóh.3,14-15

Í glæmuni frá einari bleiktrandi oljulampu sótu tveir menn og talaðu saman eina náttina. Teir vóru Jesus og Nikodemus, ein hábærsligur ráðharri í Jerusalem og limur í ovasta ráðnum í býnum. Kanska lá ein ungur maður í einum myrkum króki í hesum kamarinum og lurtaði – hin yngsti í lærusveinaflokkinum? Hann gloymdi ongantíð hesa samrøðuna. Sum oldingi skrivaði hann hana niður í evangelii sítt – so vit eisini sleppa at lurta …

”Vit vita!” soleiðis byrjaði Nikodemus samrøðuna, og hann visti nógv. Hann hevði fingið sær útbúgving innan Skriftina, men tað var eitt, hann ikki visti. Hann visti ikki svarið á týdningarmesta spurningi her í lívinum: Hvussu verður tú frelstur? Hvussu kann tað fáast í lag?

Um tú lesur allar heimsins bøkur, ja, verður professari í Bíbliuni við hægsta karakteri, so ber tó ongantíð til at læra tað!

”Tú mást føðast av nýggjum!” segði Jesus.

Sum ein lítil nýføðingur er eitt undur frá Gudi, soleiðis er tað eisini eitt undur at gerast barn av Gudi. Tað hendir, tá ið vit hoyra Guds Orð. Tað hendir, tá ið vit hyggja upp á Jesus. Tá verður trúgvin skapað í hjartanum við Andanum.

Sum Ísraels fólk vórðu lekt í oyðimørkini av ormabitunum, tá ið tey hugdu upp á koparormin, soleiðis verða vit frelst, tá ið vit líta upp á Jesus. Vit vita ikki, um Nikodemus skilti hetta hesa náttina – ella um hann ikki mundi fata tað fyrr enn úti á Golgata, har hann óivað mundi standa og hyggja upp á Jesus!

Tað ber lív her at líta á Jesus, Guds lamb,
tað er frelsa, o sál, fyri teg!
Lít við treysti á krossin í trúgv og verð frelst,
lít á hann, sum har hekk fyri teg!

Sama kvøldið var Nikodemus saman við øðrum har og tók Jesu deyða likam niður av krossinum. Mundi hann ikki við tí játta, hvat ið var hent inni í hjarta hansara, og at hann frá hesum degi eisini vildi trúgva á Jesus.
Vilhelm Munch. E.Campbell týddi