Seinasta heilsan til sonin
“Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.”
Orðt.22,6
Hitt stóra týska sálmaskaldið, presturin, Paul Gerhardt, f.1607, sum vit eisini á føroyskum kenna sálmar eftir, millum aðrar, “Lít allar tínar leiðir”, skrivaði stutt, áðrenn hann doyði til einasta son sín, sum tá var í prestalæru, hetta brævið:
“Ja, nú gangi eg á tí 70 ári, og eg havi ta gleðiligu vón, at kæri Gud mín skjótt vil taka meg burtur hiðani og leiða meg inn til eitt betri lív, enn tað, eg higartil havi havt á hesum foldum. Eg vil fyrst av øllum takka honum fyri alla góðsku og trúfesti móti mær frá fyrsta degi av, bæði til likams og sálar.
Harnæst vil eg av øllum mínum hjarta biðja, at Gud vil geva mær eina góða burturferð hiðani, tá ið tími mín kemur, at Hann vil taka sál mína í sína faðirhond og maka tað soleiðis, at likam mítt kann sovna mildliga inn í deyðan og kunna hvíla í friði til tann vakra dag, tá ið eg aftur skal rísa upp saman við mínum kæru, og tá ið eg skal síggja mín kæra Harra Jesus Kristus andlit til andlits – hann, sum eg enn ikki havi sæð, men sum eg trúgvi á.
Av heimsins góðsi havi eg ógvuliga lítið at lata einasta son mín fáa aftan á meg, men eitt erligt navn kann eg geva honum, og tað má hann fram um alt ansa eftir ikki at dálka. Hann er givin Gudi frá evurslítlum av, fyri at hann kundi verða ein Guds orðs tænari og boðberi.
Ver hjá Gudi, og legg einki í, at tú ikki fært góðar dagar – tí veit Gud ráð fyri. Hann kemur til okkara í svárastu mótstøðu, og tað gevur okkum frið og gleði í hjartað og frímóð í sinnið.
Tú mást lesa gudfrøði við teir rættu skúlarnar, ið hava ta rættu læruna.
Kom tær ikki upp í trúarstríð, tí við tað lagar ein seg eftir tíðarinnar krøvum, og so verður man hvørki Gudi ella menniskjum trúgvur.
Halt teg burtur frá øllum, ið illavorðið er, og fylg heldur Guds vilja og boðum hansara.
Legg tær eina við hesum:
1. Havst ikki at nøkrum illum við teirri vón, at eingin fær tað at vita! Hvussu listinlært tað er spunnið – einaferð kemur tað tó fram í dagsins ljós.
2. Lat ikki í nøkrum føri vreiðina fáa vald á tær! Um illsinnið vil øsa teg upp, so tig og lat ikki kvetta úr tær, fyrr enn tú fyrst fyri munni tínum hevur lisið tey 10 boðini og trúarjáttanina.
3. Halt teg frá tí holdsligu, syndigu girnd, og tá ið tú ert giftingargamal, tá spyr fyrst Gud um ráð og síðan gudsóttandi og skilagóð fólk.
4. Ger væl ímóti menniskjum, sjálvt um tey júst ikki løna tær tað aftur. Tí tað, sum menniskju ikki kunnu gera fyri teg, tað hevur longu Skapari himins og jarðar gjørt fyri teg, tá ið Hann skapaði teg, tá ið Hann gav tær sín kæra einborna son, og tá ið Hann í tí heilaga dópi gav tær barnakor hjá sær og gjørdi teg til arving í himmalska ríki sínum.
5. Flýggja undan gírni sum undan sjálvum helviti! Ver nøgdur við tað, tú kanst vinna tær við æru og góðari samvitsku, sjálvt um tú ikki fært nakað at vera til avlops!
Lítur tann kærligi Gud tær mikið til, so bið Hann um at varðveita teg frá misbrúki av jarðarinnar góðsi.
– Og tá ið alt verður tikið undir eitt: Les erliga! – Liv friðarliga! – Tæn við reiðiligum sinni! Statt fastur í trúgv og trúarjáttan tíni!
So kanst tú eisini einaferð fara hiðani av foldum fróur og sælur! Amen!
n.