Skapanin
”Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. ”
1.Mós.1,1
Eg havi altíð trúð, at Gud skapti himmal og jørð, eg havi ongantíð hoyrt til teirra, sum trúgva, at alt kemur frá einari stórari spreinging. Tað hevði so eisini verið einasta spreingingin, sum hevur skapað nakað positivt og vakurt. Tað, eg veit um, hava allar spreingingar oyðilagt og brotið niður, so eg má viðganga, at hatta við spreingingini trúgvi eg ikki uppá. Tú kundi eins væl trúð, at “Gyldendals leksikon” varð til, tá ið ein spreinging hendi inni á einari prentsmiðju.
E. C. Ums.