Sonn frelsuvissa
Hvussu veit eg, at mín frelsuvissa ikki er følsk?
Følsk frelsuvissa er ræðulig. Hon ger, at man heldur, at alt er í lagið. Man heldur, man er frelstur, men tað er man ikki. Tí nýtist okkum ikki at ivast í, at sátan sjálvandi fegin ynskir, at vit skulu hava eina falska frelsuvissan. Sátan er í heila tikið tann, ið skapar alt tað falska.
Tí mugu vit fara til Jesus, sum er sannleikin, tá vit skulu skilja okkara frelsu. Jesus segði: ”Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Hetta ørindi vísir okkum, at frelsan snýr seg ikki um, hvat tú følir. Um tú følir teg frelstan ella ikki. Vegurin til faðirin – frelsuna – er ígjøgnum Jesus. Tí snýr tann sanna frelsuvissan seg um at hava eitt samband við Jesus. Tað skrivar Jóhannes víðari um í sínum fyrsta brævi: ”Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar” (1. Jóh 5,13) Her sigur Jóhannes tað týðiligt: Tú kanst vita at tú hevur ævigt lív. Hvussu? Um tú trýrt á navn Guds sonar – á Jesus. Tað er nevniliga tí, Jóhannes hevur skrivað, sum hann hevur.
Niðurstøða: Følsk frelsuvissa byggir á sátan og hansara lygnir, tá hann fær teg at trúgva, at frelsan er treytað av, at tú ert nóg góð/góður, og um tú følir teg frelsta/frelsan. Ein sonn frelsuvissa er treytað av Jesusi. At trúgva á Jesus er at koma til hann, hann rekur teg aldrin burtur. (Jóh 6,37)
Umsett úr ‘Svar på 117 spørgsmål’.