Staðurin heilagi

”Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. ”
Opb.21,2

 

 

Einaferð sá Alexander mikli eina mynd av býnum Athen. Hann var so hugtikin av tí vakurleika, ið har var, at hann segði: ”Handa staðin vil eg eiga!” Og síðan legði hann alla orku sína í at vinna býin, og hann gavst heldur ikki, fyrr enn hann hevði ognað sær Athen.

 

Athen var vakur, men túsund ferðir fagrari er staðurin heilagi. Les um henda fagra stað í næstseinasta kapitli í Opinberingarbókini(Kap.21) og vita so, um tú ikki fært hug at siga: handa staðin vil eg eiga!

 

Henda heilaga staðin hevur Jesus vunnið til okkara; um tú vilt trúgva á Jesus, skalt tú ognast hann.

 

Ein ung genta lá í andaleypi; hetta sást skilliga á eygum og andliti hennara. Faðirin sat hjá henni og talaði við hana um hitt nýggja Jerúsalem og minti á alla ta dýrd, sum tey frelstu har fáa at síggja.

 

Still lá gentan og lýddi á, men so segði hon tolisliga: ”Á, tað verður vakurt – men, pápi, sum tey menniskjuni mugu hava reinar føtur, sum fáa loyvi at ganga á teimum skínandi reinu gullgøtunum í heilaga staðnum!”

 

”Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins. ” Opb.21,27

a týddi