Størstur av øllum er kærleikin
”Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur
av teimum er kærleikin.”
1.Kor.13,13
Carl-Gustaf Severin greiddi frá í Kanal 10, hvussu stóra ávirkan kærleikin
hevur:
Í Amerika gera teir nógvar royndir. Har komu teir fram til, at 80% av
teimum vantrúgvandi søgdu: ”Vit halda ikki, at tey trúgvandi dáma
okkum!”
Vit eiga at æra og biðja fyri teimum, sum hava fingið prædikukallið, men í
Skandinavia har greina vit alt og loysa tað sundur og finnast at, vit døma
og fordøma. Eg og konan vóru einaferð í New York á nýggjárinum. Vit
fóru inn í Brooklyn Tabernacle. Har eru 3 gudstænastur hvønn sunnudag,
og 3.000 fólk eru til hvørja.
Pastorurin las Luk. 6,38: ”Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott,
stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang.” Tá ið vit
hoyra hatta skriftorðið, hugsa vit ofta um pengar, men her talar Jesus als
ikki um pengar. Nú mugu vit bakka eitt vers. Har stendur: ”Og dømið ikki,
tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða
fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið.” Vit kristnu er skjót at
fordøma. Vit vóru als ikki har, tá ið hendingin fór fram. Hatta má enda, tí
verðin fordømir, men tey kristnu eru brøður og systrar í Harranum, og tey
skulu elska. Men tað ringasta av øllum er, at tíni systkin í Harranum døma
teg, fordøma teg, og gert tú eitt mistak, vilja tey ikki fyrigeva tær. Tey eru
so ímint og hatsk.
Pastorurin heldur áfram: ”Fyri 25 árum síðani komi eg út úr kirkjuni. Tá
stendur ein kvinna uppi á 25. hædd og skal leypa niður úr vindeyganum.
Politiið stendur niðriundir og sjónvarpsfólk, sum við sínum upptøkutólum
eru til reiðar at filma sjálvmorðið. Eg spyrji so politiið: ”Kann eg sleppa
upp til hennara?” Teir siga ja. Tá ið eg eri komin upp til hennara, sigi eg:
”Leyp ikki niður her!” ”Ja, men øll døma meg, øll fordøma meg.” ”Men
tað geri eg ikki, og tað ger Jesus heldur ikki. Tak í hondina á mær!” So fer
hon burtur frá vindeyganum, og eg legði frakka mín niður yvir hana, so
filmstólini ikki skuldu fáa nakra mynd av henni. Eg leiddi hana so allan
vegin niður til politibilin, sum koyrir avstað. Tað eru 25 ár síðani. Í dag
situr hon her á møtinum, tí tað vóru nøkur, sum ikki dømdu hana! Hon var
óivað prostituerað. Jesus dømdi ikki kvinnuna við Sikars brunn. (Jóh. 4,5)
Carl Gustaf heldur áfram: ”Pápi átti eina fastur, sum æt Emma. Tá ið hon
var 80 ára gomul og lá at doyggja, sendi hon boð eftir mær. Eg hevði
ongantíð sæð hana fyrr. Tá sigur hon: ”Tá ið tú vart nýføðingur, bara tvær
vikur gamal, legði eg hondina á teg og bað, at Gud skuldi brúka teg í síni
tænastu.” Ja, tann bønin varð sanniliga hoyrd.
Um Gud kallar á teg til tænastu, ver ikki bangin, ver djarvur! Tá ið Gud
bíleggur okkurt, rindar Hann fyri tað, og Hann tekur hond um teg og førir
verkið fram til sigurs. Effie Campbell.