Tak tíggjunda-kanningina
”Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið … og roynið meg við hesum …”
Mál.3,10
Gangaram Mahes er kendur í New York sum ”stór-átarin”. Tilflytarin úr Guyana elskar at eta á dýrum matstovum, men hann eigur ongar pengar at gjalda fyri matin. Í staðin fyri at fáa tamarhald á sínum matarlysti, fer hann inn í eina fína matstovu, bíleggur tann besta rættin á matkortinum, tað fínasta vínið og tær dýrastu dessertirnar. Síðani etur og drekkur hann av hjartans lysti, og tá ið rokningin kemur, so sigur hann bara bart út við tænaran, at hann hevur ongar pengar. So kemur løgreglan og handtekur hann, og so fær hann minst tveir dagar við ókeypis máltíðum í fongslinum.
Veitst tú hvat? Okkara kirkjur eru fullar av fólki, sum drekka mjólkina av Guds vælsignilsum, eta stórar búffar av Guds blíðskapi og njóta dessertina av Guds kærleika – men tey hava ongantíð so frægt, sum givið honum 10% fyri tænastuna. Ver tú ikki ein teirra!
Tá ið tú gevur tey fyrstu 10% av inntøku tíni, fer ein guddómlig kraft í gongd. Gud signar tey 90%, ið eftir eru, og tey røkka so nógv longri, enn tíni 100% høvdu viljað rokkið uttan Hansara signing. Merkir tað, at Gud gevur tær fleiri pengar, enn tú gavst Honum? Ikki neyðturviliga, men Hann lovar tær, at Hann vil vælsigna teg meira, enn tú trúði var møguligt. Tað kann vera, at tað er við einari góðari heilsu, góðvild frá stjóra tínum, leiðslu gjøgnum lívið, ella at Gud verjir teg og tíni kæru. Gud sigur: ”Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. ”
Ger tað bara. Tak tíggjunda-royndina.
”… et Ord til Dagen” – Effie Campbell umsetti