”Tann sum kemur til mín…”
”Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ”
Jóh.6,37
Hetta er Kongur konganna, og Hann talar um, hvørja støðu, Hann hevði tikið mótvegis teimum, sum leita Hann upp til viðtalu.
Um hetta hevði verið ein jarðiskur kongur, sum talan var um, so hevði málið stóran týdning. Men her er meira enn ein jarðiskur kongur. Her er meira enn Sálomon. Her er Hann, sum eigur alt valdið í Himli og á jørð. Tað er ikki løgið, at mong hava staðið piprandi framman fyri dyr hansara. Ikki løgið, tí syndarin kennir Hann ikki. Og sum oftast kenna tey Hann minst, sum hava størstan tørv fyri Honum.
Kennir tú Hann? Hevur tú nakrantíð verið í viðtalu hjá Himmalsins kongi? Varðst tú ikki bilsin yvir ta móttøku, tú fekst?
Tú helt kanska, at tú átti at verið øðrvísi, fyri at Hann skuldi taka væl ímóti tær, meira tignarligur, fínari ílatin, hava betri talsmenn. Og so sást tú, at hetta als ikki varð tikið upp á tungu.
Hann kom ímóti tær, ikki erpin og vanvirðisliga, sum jarðiskir stórmenn ofta gera, ikki kannandi, um tú vart nóg virðismikil ella sást nóg vakur út, men við eygum, sum lýstu av kærleika, og við útbreiddum ørmum. Og tú gjørdist bilsin, ja, hugtikin, at Hann, hin reini, heilagi, stóri, alvísi Gud, tók ímóti tær, syndaranum, tí óverdiga, sum ein faðir tekur ímóti barni sínum.
Tú bleivst ikki rikin burtur. Tað er júst tað, Hann sigur: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ” Jóh.6,37b
Tú bleivst ikki rikin burtur, tú bleivst móttikin, og móttikin sum barnið. Hann lurtaði eftir tær, Hann skilti teg, Hann hjálpti tær. Og tú vart sælur, tá ið tú fórt avstað aftur.
Hevur tú upplivað hetta? Annars skuldi tú roynt tað, og roynt tað í dag. Hann hevur viðtalu hvønn dag, hvønn tíma, ja, um náttina við. Tað skuldi eg heilsa tær og siga.
Og har stendur eingin duravørður við dyrnar og spyr um pappír ella viðmæli. Tað ljóðar bert: ”Tann, sum kemur.”
”Tann, sum kemur til mín.” Kann hugsast nakað størri loyvi. Bert koma – líka sum tú ert. Um tú ongantíð ert komin fyrr ella kanska óteljandi ferðir, um tú beint nú hevur verið hjá honum, ella um tað er langt síðani, so langt síðani, at tú skammast at koma, tað verður tað als ikki spurt um. Tað ljóðar bert: ”Tann, sum kemur, vil eg als ikki reka burtur.”
Men so mást tú eisini koma. Annars fært tú ongan lut í honum. Hann noyðir ongan. Hann kallar bert og sigur: Kom! Og tey, sum ikki koma, ikki taka ímóti kallinum, tað eru tey, sum verða uttanfyri, uttan Gud, uttan frelsu, uttan Himmalin.
Og ta lagnuna eru tað jú sálir, nógvar, nógvar neyðars sálir, sum skulu líða. Tey hoyrdu kallið, men ”Men teir fóru allir sum ein at umbera seg…” Luk.14,18 Tey vildu ikki koma, hvat ið so enn man hava verið orsøkin. Tað kann so gera tað sama – tey komu bara ikki, tey søgdu kallinum nei.
Neyðars, neyðars mannabørn, sum siga nei, tá ið kongur konga, hin miskunnsami Harrin í Himlinum, bjóðar teimum til viðtalu við seg fyri at geva teimum eitt pláss bæði á jørðini og í Himlinum meira undursamt enn hjá nøkrum fúrsta.
Tann, sum kemur, vil Hann ongantíð reka burtur.
So er tað meðni okkara egna skuld, um vit liva í andaligum fátækdømi, uttan gleði, uttan kraft, uttan frelsu, uttan fyllu. Tí hetta ræður um øll – eisini okkum, sum komu eina ferðina og sum komu nógvar ferðir, eisini vit sleppa at koma, ja, dagliga ganga inn og út hjá okkara ríka Gudi og tala við Hann um alt og leggja allar okkara trupulleikar fram fyri Hann, og Hann er nóg ríkur fyri okkum øll.
E.Campbell umsetti