Teir 16 hermenninir
“Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?”
Hebr.1,14
Trúboðarin hevði virki sítt á einari trúboðanarstøð á Maleisia. Ein dagin noyddist hann at fara inn til býin eftir nøkrum pengum, sum vóru sendir til arbeiðið á støðini. Ein av teimum innføddu, sum var vinmaður hansara, fór við honum. Teir samdust um at royna at gera ta longu út- og heimferðina eftir einum degi.
Tá ið teir høvdu gjørt ørindi síni í bankanum og vóru komnir rættiliga langt á heimleiðini, sóu teir, at tað var ógjørligt at náa heim, áðrenn náttin kom. Teir gjørdu tí av at gista uppi í einari lítlari líð, ikki langt frá vegnum.
Dagin eftir hildu teir fram við ferðini og komu í øllum góðum til trúboðanarstøðina.
Nakrar vikur gingu. Tá kom ein maður til støðina at fáa sjúkraviðgerð. Men tá ið hann sá trúboðaran, segði hann álvarsliga og hugsanarsamur: “Sig mær, havi eg ikki sæð teg fyrr?”
“Nei,” svaraði trúboðarin, “tað minnist eg einki til, at vit báðir nakrantíð hava sæst!”
“Ájú,” svaraði maðurin, “tað var tú, sum gisti her uppi í líðini fyri nøkrum vikum síðani!”
Og so kom maðurin við síni løgnu søgu. Hann greiddi frá, at henda sama dagin hevði hann verið inni í bankanum, og har hevði hann sæð, at trúboðarin og vinmaður hansara fingu pengar útgoldnar. Tá gjørdi hann av, at hann skuldi elta teir og ræna pengarnar frá teimum. Men hann ætlaði sær at bíða, til tað myrknaði. Tí elti hann teir heilt yvir í líðina, har teir báðir løgdu seg at sova ta náttina. Tá ið so álopsmaðurin nærkaðist og ætlaði at útinna brotsverk sítt, sá hann eitt, sum gjørdi hann ræðsluslignan.
Kring hesar báðar einfaldu Harrans tænarar gekk ein mongd av hermonnum á varðhaldi! Tá ið maðurin hugdi gjøllari eftir, vóru teir 16 í tali, og ránsmaðurin kvikaði sær tí burtur haðani.
Trúboðarin gjørdist bilsin og hugtikin av hesari frásøgn; men hann mátti jú vissa mannin um, at teir báðir høvdu verið einsamallir á allari ferðini. Men maðurin vildi ikki trúgva teimum. Hann helt fast við sítt.
Nakað eftir hetta fór trúboðarin aftur til heimland sítt. Eitt kvøldið helt hann møti í missiónshúsinum í heimbygd síni. Millum annað segði hann frá hesum ránsmanninum og løgnu søgu hansara.
Tá ið møtið var liðugt, fór ein maður á føtur og yvir til trúboðaran og spurdi hann, um hann kundi siga sær nágreiniliga, hvønn dag henda hendingin fór fram.
Og so kom tað upp – eftir at teir høvdu rannsakað álmanakkan – at júst hetta kvøldið høvdu 16 av teimum trúgvandi í missiónshúsinum verið á bønamøti, og tey høvdu biðið so inniliga fyri hesum trúboðaranum. 16 bønir stigu upp til Guds náðitrónu, og Gud sendi 16 einglar avstað at verja trúboðaran.
“Eru teir (einglarnir) ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?” (Hebr. 1,14) – “Harrans eingil kring teir stendur, ið hann óttast, og hann teimum bjargar.” (Sálm. 34,8) – “Elia var maður undir somu korum sum vit, … og hann bað aftur, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.” (Ják. 5,17-18) – Gud læt fíggindan hoyra ljóðið av miklum herliði! Og teir tóku til beins og flýddu! (Sí 2. Kong. 7)
Og til okkum, sum trúgvandi eru, latið okkum vera sum hesir 16 “bønahermenninir”. Bønin er vápn teirra heilagu til vernd og verju fyri hin einstaka og fyri land og fólk! Minst til tað: Hitt minsta suffið úr hjarta tínum – sjálvt um tú kennir teg vesalan – er hin megin, sum forðar fíggindanum í virki hansara og ber bjarging við sær.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

