Til umhugsanar

“Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,] og tey bæði skulu verða eitt hold.”
Mark. 10,7

 

 

Prestur vitjaði eini hjún, sum vóru kend fyri at skeldast illani. Longu meðan prestur stóð úti í túninum uttan fyri hús teirra, hoyrdi hann gangin frá teimum.

 

Tey stóðu mitt í dagsins skeldaríi og ágangi. Hann fór inn til teirra og byrjaði revsiprædiku sína soleiðis:

 

Skriftin sigur, at maður og kona skulu vera eitt; men tá ið fólk koma á gátt hjá tykkum, ljóðar tað, sum vóru tit minst 10.

“Et Ord med på Vejen”. e. c. umsetti.