Tímilig trongd
”Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað. ”
Jes.65,24
Sum ung genta fór eg heimanífrá at læra til sjúkrasystur. Eg átti ikki nógv av heimsins góðsi, tí eg var frá einum ógvuliga fátækum heimi.
Eg hevði arbeitt alt tað, eg kundi; men tá ið eg byrjaði mína lærutíð á sjúkrahúsinum, stóð eg púra einsamøll. Eingin í heimi mínum var førur fyri at senda mær pening. Eg tók yvirarbeiði, men hevði kortini ikki ráð at keypa skógvar og sokkar, sum mær avgjørt tørvaði.
Viðhvørt hugdi eg í ruskílatið, um einir gamlir skógvar mundu liggja har. Fann eg einar, so passaðu teir mær ikki, ella eisini vóru teir so vánaligir, so eg fekk ikki brúkt teir. Eg legði tí ein pappsóla niður í mínar gomlu skógvar, so eg fekk brúkt teir nakrar dagar afturat. Tá hælurin og tærnar komu út ígjøgnum sokkarnar, hóast eg hevði stoppað teir nógvar ferðir, klipti eg sjálvan hælin av og festi eitt petti av sokkinum við plástri tvørtur um hælin. Vit máttu jú vera snøggar.
At enda var avgjørt neyðugt hjá mær at fáa okkurt nýtt; men hvaðani skuldi eg fáa tað? Eg var frá mær sjálvari. Eg átti ongan, sum kundi hjálpa mær. Ein dagin fór eg ikki til tíma, men fór staðin fyri upp á kamarið at biðja Gud um hjálp. Eg grunaði ikki, hvussu eg skuldi fáa nakra hjálp, men í Sálmi 91 vers 15 las eg: “Kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðini eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru.”
Eg tók hetta sum eitt svar til mín, og tá ið eg hevði lagt míni viðurskifti í Guds hendur, rann eg oman til tíman fyri ikki at verða alt ov sein.
Tað gingu ikki nógvir tímar, fyrr enn eg fekk bræv frá elsta bróður mínum, sum búði langt burturi. Hann skrivaði, at hann hevði fingið tað innskotið, at hann skuldi senda mær fimm dollarar – og tað gjørdi hann nú saman við hesum brævinum. Tá á døgum fekk eg lættliga keypt mær skógvar og sokkar fyri hesar pengarnar.
Fleiri dagar áðrenn, at eg hevði biðið Gud hjálpt mær við hesum, hevði bróður mín fingið eina sterka sannføring um, at hann skuldi senda mær pengarnar.
Á, so takksom og glað eg varð. Og so kom hetta bíbliuorðið til mín: “Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað.” Jes. 65,24.
Gjøgnum neyðina hjá menniskjum síggja vit ofta Guds stóra kærleika og góðsku móti okkum.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

