Tú skalt æra móður tína

”»Æra faðir tín og móður tína,« – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, – ”
Ef. 6,2

 

 

Tú skalt æra móður tína so leingi, sum tú livir. Eisini í lívi tínum eftir deyða hennara skalt tú æra hana. Ær hana allar tínar lívsdagar, eisini tann dagin, tú bert hana til gravar, og ær hana í grøvini – eisini við at triva um grøv hennara og við at minnast hana við takksemi.

 

Lýð móður tína og ger henni ikki sorg. Hav altíð móður tína í huga og lat tað vera tær verja móti tí illa. –

 

Einaferð var ein ungur drongur umborð á einum herskipi; hann misti troyggju sína fyri borð og leyp út eftir henni og fekk hana. Eftir reglugerðini umborð var hetta skeivt, og skipið varð eisini nógv seinkað av at taka dreingin aftur.

 

”Hví gjørdi tú hatta?” spurdi skiparin ilskur. Drongurin hugdi niður og tordi ikki at svara. ”Hví gjørdi tú hatta?” spurdi skiparin aftur harðmæltari enn áður. ”Eftir hesum!” svaraði drongurin og tók upp úr troyggjulummanum eina mynd, sum hann vísti skiparanum.

 

”Hvør er hetta?” spurdi skiparin.

 

”Móðir mín!” svaraði drongurin.

 

Tá fór skiparin yvir til hansara og tók hann inn at sær.

 

Gud ger alt av ongum – og alt, sum honum tørvar, ger hann fyrst til einkis.
Søren Kierkegaard