Ungdómar í kreppu
„Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! “
Jóh.14,27
Norðmaðurin Hallvard Wiig (29) er siviløkonomur. Hann sigur frá sínum ungdómsárum:
Í ungdómsárunum kom eg sum so mangur annar í eina kreppu og fór ordiliga niður við nakkanum.
Eg segði starvið frá mær og fór á bíbliuskúla. Tað, sum eg nú síggi, er, at eg hevði leitað eftir at nøkta mín tørv við at gera avrik í ítrótti, í lesnaðinum og í arbeiðinum. So leingi, sum tað gekst væl hjá mær, var eg eyðnusamur. Men tá ið tað miseydnaðist, fyltist eg av ótta. Nú veit eg um tað undurfulla frælsi, vit fáa, tá ið vit seta okkara álit á Kristus og ikki á verðina. Tað ger teg ikki bara eydnusaman, tú „verður ein fríur og frælsur maður.” Eg var bundin av at avrika, og lønin var gleðirúsurin. Men so fann SANNLEIKIN meg, og í Honum havi eg kent, hvat satt frælsi er. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

