Úr Rutarbók
”Hann veri tær uggari og ellistuðul; tí sonarkona, sum elskar teg, hevur alt hann – hon, ið er tær betri enn sjey synir!«”
Rut 4,15
Í Rutarbók hitta vit tvær ungar konur, sum báðar ein dagin stóðu yvir fyri einari týðandi avgerð. Nøvn teirra eru Rut og Orpa. Tær høvdu báðar somu møguleikar at velja rætt, tí lutur teirra var hin sami.
Nóomi, vermóðir teirra, hoyrdi til Ísraels fólk, men var vegna hungursneyðina heima farin til Móabs land saman við manni sínum og báðum sonunum.
Men maðurin doyði og seinni báðir synirnir, sum høvdu fingið sær móabitiskar konur, og hon sat einsamøll eftir. Tá ið hon hoyrdi, at ”… at Harrin hevði vitjað fólk sítt og givið teimum breyð.”, vendi hon aftur til land sítt, fylgd av báðum sonarkonunum.
Tá ið tær høvdu gingið eitt fitt strekki, segði hon við tær, at nú skuldu tær venda aftur til egnu ætt sína, so tær skuldu fáa tað gott. Av tí at tær vóru ómetaliga góðar við vermóðurina, grótu báðar hart og søgdu: ”Nei, vit koma við tær til fólk títt!”
Men tá ið Nóomi greiddi teimum frá, at hon ikki kundi vissa teimum góð tímilig kor, valdi Orpa at venda aftur og verða verandi í egna landi sínum.
Hóast hon gjøgnum samband sítt við Harrans fólk hevði lært hin einasta sanna Gud, Skapara himmals og jarðar, at kenna, vendi hon honum kortini bakið.
Hon valdi at vera saman við menniskjum, sum dýrkaðu avgudar fram um at halda seg til Harran og fólk hansara.
Sum tað er syrgiligt at byrja á Guds vegi og so rýma av honum aftur!
Rut harafturímóti var heilt øðrvísi. Hon hevði fingið kærleika til Harran og vikaðist ikki. Vit síggja hana fyri okkum, meðan hon við greiðum og avgerandi orðum greiðir frá sínari hjartans støðutakan og sigur við vermóður sína: ”Men Rut svaraði: »Strong ikki á meg, at eg skal fara frá tær og venda heim aftur; tí at hagar, sum tú fert, vil eg fara; og har sum tú liggur nátt, vil eg liggja nátt; títt fólk skal vera mítt fólk, og tín Guð skal vera mín Guð; ” Rut 1,16.
Tá ið Nóomi skilti, at Rut ikki vikaðist, men vildi koma við henni, fylgdust tær báðar til tað Heilaga Landið.
Tær komu til Betlehems, tá ið byggskurðurin byrjaði, og áðrenn langt um líður, finna vit Rut úti á akrinum, har hon hentar øks aftan á akurskurðarfólkunum uttan at unna sær nakra hvíld.
Bóaz, sum átti akurin, har hon helt til, var blíður við hana, og tá ið hann gjørdist greiðir yvir, at hann, av tí at hann var í slekt við mannin hjá Nóomi, hevði skyldu at gifta seg við Rut, gjørdi hann tað. Tey fingu ein son, sum tey kallaðu Óbed, og ”… hann varð faðir at Ísai, sum varð faðir at Dávidi.”
Vit síggja, at Harrin lønti Rut ríkiliga fyri trúfesti hennara. Hon giftist múgvandi manni, hon gjørdist langomma Dávid kong, og av Dávids ætt kom Jesus. Nú er bara spurningurin, um tú og eg eru ein Orpa, sum vendir Gudi bakið, ella ein Rut, sum rýmir frá øllum fyri at fylgja honum?
E.Campbell umsetti