Varð jólagávan umskift, goymd ella gloymd?

”Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! ”
Luk.2,11

 

Geva vit eina gávu, sum er trupul at fáa fatur á, ella sum tú hevur stríðst almikið fyri at fáa fatur á, so tykist tað mangan, sum trupulleikin og stríðið eru gloymd, tá ið tann, sum gávuna fær, gleðist og er takksamur.

 

Og tykist tað, sum tann, ið gávuna fær, er ikki glaður og takksamur, so verður tú vónbrotin.

 

Nú fara vit at halda jól, men jól halda vit ikki fyri jólagávanna skyld. Vit halda jól fyri at takka fyri hina stóru jólagávuna: Jesus, Guds son, sum Gud gav okkum, ”tí at Gud gav okkum son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

 

Hvussu varð tikið ímóti hesi gávuni? Fekk hon kanska somu lagnu, sum aðrar gávur. Vit gleddust og takkaðu, men triðja dagin varð gávan skift um ella løgd niður í skuffuna og goymd?

 

Summar gávur eru til pynt, og aðrar eru at nýta. Guds jólagáva er at nýta, tí tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, mugu vit hvønn dag taka ímóti og liva av. Hesa gávuna hava vit ikki ráð at skifta um við onkra aðra gávu.

 

Tí skal tað, sum hevur við Gud at gera heldur ikki verða goymd burtur. Og hetta skulu vit ikki gloyma. Okkum øllum somlum tørvar Guds gávu ein vanligan gerandisdag eins og jólaaftan.

 

Hvussu tóku vit ímóti Guds jólagávu? Ein partur av svarinum verður givin, tá ið vit eru í kirkju. Vit liva ikki av jólagávunum alt árið, og vit liva heldur ikki kristinlív okkara av gudstænastuni jólaaftan.

 

Bæði halgidagar og gerandisdagar skulu vit bera dám av, at vit hava tikið ímóti Guds jólagávu. Hesari gávuni, sum Gud i kærleika gav okkum, hann tók ríviliga til. So eiga vit eisini at takka og gleðast – ikki krógva gávuna burtur, men lata hana lýsa fyri fólki okkara.

F.V. Nør/t.týddi