Ver ikki hinum veiku ein meinbogi

Skrivað: Heri Danielsen

Men gevið gætur, at hetta frælsi tykkara ikki verður hinum veiku ein meinbogi! (1 Kor 8,9)

Tá ið Paulus skrivar til Korint í kapittul 8, at okkara frælsi ikki skal verða teimum veiku til meinboga, hvat meinar hann tá við?

Jú, Paulus skrivar í hesum føri um skurðgudaoffurkjøt, hann skrivar, at matur gevur okkum ongan fyrimun hjá Gudi, men hjá øðrum skurðgudum, hevði serligt kjøt serligan týdning á Paulusar døgum. Men Paulus sigur, at um tú ert sterkur í trúnni og hevur kunnleika og fert inn í skurðgudahúsið og etur kjøt, sum summi halda er skurðgudakjøt, men ikki er tað, og um onkur veikur í trúnni sær teg, man tá ikki samvitska hansara ikki vera tilstuðlað at eta hetta serliga kjøt? Jú, tí hin veiki í trúnni leitar til tín fyri vísdóm og ger tí, sum tú gert. Paulus endar kapittulin við at siga, at hann aldrin vil eta slíkt kjøt, um tað er teimum veiku til meinboga.

Hvat skula vit so halda um hetta, Paulus skrivar? Hvussu kunna vit passa hetta inn í okkara lív? Jú, tað sum Paulus skrivar her, er um at vera ein góð fyrimynd. Tí vit kunna passa hetta inn, í okkara gerandislív.
Vit kunnu taka eitt dømi. Tú fert onkrastaðir og fært tær eitt glas av øli ella víni. Tað skaðar ikki teg ella tína trúgv, tí tú verður ikki drukkin av einum glasi, og tað er jú ikki nakað skeivt í tí at drekka eitt glas. Men um onkur vinur ella kenningur sær teg við hesum glasi, og hesin kenningur ikki er líka sterkur í trúnni sum tú, og hevur ikki tín kunnleika um frælsi og so framvegis. Hvat fer hesin persónur so at halda? Sum Paulus skrivar, so fer hendan hending at tilstuðla, at tín vinur fær sær eitt glas, og kanska vinur tín ikki dugir at steðga og drekkur seg druknan. Hevur tú tá verið ein góð fyrimynd? Tá hevur tú sært veiku samvitsku teirra. Tá synda vit móti bróður okkara, og tí synda vit eisini móti Kristusi.

Paulus roynir at læra okkum at vera ein góð fyrimynd fyri teimun veiku. Vit skulu vera ljós heimsins. Tí ein maður segði einaferð: “Vitna, vitna og vitna, og um tað er neyðugt, tá brúki orð”. Vit skula fyrst og fremst vera eitt vitni við okkara gerðum.

Heri Danielsen, Toftir