Vónin
Summarið er komið, og náttúran vísir seg frá síni fagrastu síðu. Vit síggja tað vakra, ið Gud hevur skapað og myndað, og uttan at hugsa um tað, liva vit hvønn dag í øllum hesum undurfulla. Men summarið gevur okkum eisini ein góðan møguleika veruliga at njóta náttúruna, og ein góðan møguleika at steðga á. Tí samstundis, sum summarið vísir okkum, at tað er lív, so vita vit eisini, at eftir summar koma heyst og vetur við myrkri, kulda og vindi, og dagarnir gerast stuttir og tungir.
Tað eru eisini løtur í lívinum hjá okkum, ið kennast sum summar. Alt gongur, sum tað skal, og vit merkja kanska eisini, at Jesus veruliga eru okkum nær. Tað eru eisini aðrar løtur, har tað er myrkt og kalt, og onki gongur, sum tað skal, og Jesus tykist fjarur – ella tykist sum hann hevur gloymt okkum og als ikki er hjá okkum.
Um tað er vár, summar, heyst ella vetur, so er Jesus tann sami. Hóast tað í tí myrka vetrinum kann tykjast, sum Jesus svíkur okkum, so er hann tann sami! Um tíðirnar skifta, so er hann tann sami! Tí tað er ein endaleysur kærleiki, ið hann hevur til okkara. Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, harra okkara.(Róm 8,38-39)
Hetta er hann, sum vit kunnu byggja okkara lív á og seta okkara vón á! Jesus er vegurin, sannleikin, og hann er lívið. Ein klettur og ein vón, ið ber okkum ígjøgnum lívið og inn í tað æviga! Og tá harðast leikar á, og alt sær svart út, tá er tað vónin, ið gevur okkum styrki til at halda á!
Tað finst ein vón, sum brennur djúpt í mær, hon veitir megi mitt í sorg og sút.
Ein bjartan dýrdarglotta trúareygað sær, sum rekur ivan út.
Í Kristusi mín synd er bøtt, hann kemur aftur, kemur skjótt.
Mín djúpi longsil og mín hjartans trá er tær at vera hjá!
(Stuart Townend/Zacharias Zachariassen)
Mirian N. Mouritsen, Keypmannahavn