Anders vil hjálpa “ófriðarligum dreingjum”
Anders frá AC Byg hevur sett sær fyri at hjálp “óróligum dreingjum” við góðum upplivingum á verkstaði.
Tað verðu snobbað fyri akademisku útbúgvingunum, men mong ung høvdu helst fingið tað munandi betri við at nýta teirra hendur, heldur Anders Christensen.
– Eg havi ein serligan tokka til teir dreingirnar, ið ikki kunnu sita kvirrir, sigur Anders Christensen.
Anders er ein ungur timburmeistari við ovmiki at gera. Kortini vil hann fegin gera okkurt fyri hesar ”ófriðarligu dreingirnar”. Í samfelagnum hava vit lyndi til at snobba uppeftir, hvat útbúgving viðvíkur, og tað er ikki cool at vera hondverkari. Men tað eru rættiliga nógvir dreingir, ið hava hendurnar til tað, men sum kanska ikki hóska so væl, t.d. inn í ein miðnámsskúlaflokk. Tískil ætla vit at seta í verk ein lítlan klubb fyri dreingir millum 10 – 14 ár,” greiðir hann víðari frá.
”Undir korona farsóttini legði eg til merkis, at nógv heimsend børn bert sótu har heima frammanfyri sínar teldur. Tað orki eg ikki at síggja, viðgongur Anders. ”Tey skulu út at gera okkurt likamligt. Tað er tað, teimum tørvar.”
Kennir hesar ófriðarligu ungu
Anders møtti ma slík børn, tá hann var leiðari á eini dreingjalegu gjøgnum KFUM & KFUK. Hvørt ár verður ein slík lega fingin í lag á Philipsborg við Anslet Hage nær Lítlabelt. Umleið 45 dreingir taka lut á hesi legu hvørt ár.
Anders var leiðari á leguni í 10 ár og dugdi at síggja eina jaliga menning hjá børnunum longu eftir einari viku! Umframt hetta er Anders eisini venjari hjá einum dreingjaliði í fótbóltsfelagnum CIF í Christiansfeld. Eisini miðlingasonur hansara er á einum liði. Hugsanin við hesum nýggja klubbinum er, at dreingirnar skulu hittast ein seinnapart um vikuna í verkstaðnum hjá Anders, har teir fáa høvi at nýta sinar hendur. Tað er ætlanin, at ein av lærlingunum skal standa á odda fyri klubbinum og seta dreingirnar í gongd við ymiskar smáar verkætlanir.
Eitt av teim fyrstu verkætlanunum kundi verið at gjørt ein amboðskassa. Soleiðis fáa dreingirnir sett hol á við nøkrum væleydnaðum upplivingum. ”Harumframt læra dreingirnir at taka ábyrgd, áðrenn teir fara út at arbeiða sum timbursveinar,” sigur Anders víðari. Hann er sjálvur vaksin upp í Bedsted í Sønderjylland. Her var hann eisini við í KFUM & KFUK.
Tað sama var galdandi, tá hann og Katja búðu í Aarhus. Og nú koma tey í Haderslev KFUM & KFUK. Anders hevur eisini verið við í barnaklubbinum í Tyrstrup Kirke.
Á djúpum vatni
Anders Christensen, 38 ár, hevur onki ímóti at leypa eftir høvdinum út á djúpt vatn og verða avbjóðaður. ”Viðhvørt sært tú ikki støddina á uppgávuni, fyrr enn tú stendur í henni, og tá mást tú so royna at koma ígjøgnum kortini,” sigur Anders. Soleiðis var tað, tá hann arbeiddi sum verkætlanarleiðari á timbur og snikkarafyritøkuni, Klitte & Jensen í Hinnerup við Århus í 2-3 ár. Her skuldi hann leiða arbeiðið á byggiplássinum, bert 26-27 ára gamal.
Tað var sera læruríkt á tann góða, men eisini til tíðir, harða mátan, har tú ofta kendi teg standa á berum,” heldur Anders fram. Einaferð mátti hann t.d virka sum meklari millum ein eldri timburmann og ein múrara, ið ikki kundu semjast. ”Tú mátti vera rættiliga væl fyrireikaður og hava skil á tínum tekningum, tá tú komst út á byggiøkið”.
Keypti vatnmyllu
Tá Anders saman við Katju keypti Torning Mølle á tvingsilssølu í 2012, lupu tey eisini út á 70 favna dýpi. Bert tríggjar dagar undan uppboðssøluni datt Anders tilvildarliga fram á møguleikan. Tey bæði høvdu tískil bert stutta tíð at taka avgerðina og náddu bert at síggja staðið eina ferð áðrenn tey bjóðaðu upp á staðið.
Vatnmyllan varð smíðað í 1902 og mól korn til 1935. Tey hava nú skift takið og sett nýggj vindeygu í á høvuðsbygninginum. Veggir eru settir upp og gólv eru slípað.
Ikki eitt orð á fronskum
Meðan Anders starvaðist hjá Klitte & Jensen í Hinnerup, hevði hann farloyvi í eitt hálvt ár. Hann fekk høvi at fylgja Katju, tá hann í 2008 tók lut í einum skiftisuppihaldi í Fraklandi. Parið búði í býnum, Tours, suðurvest fyri París.
“Eg finni helst arbeiði sum timburmaður har niðri,” hugsaði Anders tá. “Men eg dugdi ikki eitt orð á fronskum máli,” viðgongur hann, og tí gekk tað heldur ikki so lætt. Tað endaði kortini við tí, at hann kom til at “njóta lívið” í Fraklandi. Anders fekk nevniliga starv í eini enskari fyritøku og skuldi koyra runt i eitt nú, Tours, ið er nøkurlunda á stødd við Aarhus, við einum skannara at kanna styrkina á netverkinum.
Tað gav okkum góða tíð til bæði, spáki-og súkklutúrar. Parið kom til at búgva á eini ogn, har eisini búði eitt ungt par, ið tey enn hava samband við.
”Eg tosi ikki franskt enn,” smílist Anders.
Útlærdur í 2005
Anders er føddur á einum garði í Bedsted nærindis Løgumkloster, har foreldur hansara enn búgva. Hann er næstyngstur úr einum systkinaflokki á fýra. Anders varð útlærdur í 2005 í einum timburfyritøku í Løgumkloster. Hann minnist frá byrjanini í 2002, at timburmenninir tá enn gingu runt og umvæltu skaðar eftir ódnina í 1999.
Frá síni lærutíð minnist hann enn hierarkiið, ið tá var, og ein heldur innanhoknan meistara, har rúm ikki var fyri stuttleika og skemti.
AC Byg
Anders stovnaði sítt timburfirma AC Byg og har kom av álvara ferð á í 2010. Tilsamans 9 menn eru í firmanum, av hesum eru tveir lærlingar. Fyrsta mikudagin í mánaðinum er statusmøti á skránni við kaffi og rundstykkjum. Eisini sosialir aktivitetir verða raðfestir. Til fyri bert einari viku síðani var tað ovmikið at gera og tað hevur tað verið síðstu fimm árini.
”Virksemið er nú munandi minkað og síðsta mánaðin hevur nærum onki verið at gera, ,” sigur Anders, ið kortini ikki saknar ta rokmiklu tíðina. ”Tað hevur ikki verið lætt at skula siga nei til uppgávur og at skula raðfesta. Nógva arbeiðið hevur eisini ført við sær, at samskiftið við viðskiftafólkini ikki hevur verið nóg gott;” staðfestir hann.
AC Byg hevur álit á góðsku, samskifti og ábyrgd sum virðisgrundarlag, har tað síðsta eisini fevnir um at lata verkætlanir til tíðina. Í rokmikla tíðarskeiðnum hava staðbundnu verkætlanirnar havt høga raðfesting, “ Man skal kunna síggja tey lokalu í eyguni aftur, tá uppgávan er lokin,” ásannar Anders.
AC Byg hevur sum einasta firmaið í Suðurdanmark, gjørt eina avtalu við IKEA um uppseting av køkum. Harumframt eru eisini renoveringsuppgávur við útskifting av vindeygum, tøkum ella uppseting av tilbygningi.
Tour de France
Aftaná at familjan fluttu til Torning, hevur Anders tey síðstu sjey árini verið við í staðbundna súkkluklubbinum, ið hevur samanlagt 100 limir í aldri 35-50 ár. Hann byrjaði í klubbinum fyri at uppbyggja eitt netverk og læra økið at kenna. Klubburin hevur júst koyrt Tour de France-teinin frá Vejle til Sønderborg.
”Tað er eitt sindur keðiligt sum motionistur at súkkla á høvuðsvegnum. Tað er meira hugnaligt at súkkla á teim smáu og snarandi vegunum í vøkru náttúruni,” sigur Anders. Hann væntar ikki, luttakarnir á Tour’inum koma at uppliva teinin sum serliga harðan likamliga sæð og væntar eisini, at yrkissúkklarnir fara at koyra teinin pá minni enn teir 5,5 tímarnar, tað tók Anders at koyra sama tein.
Anders er giftur við Katju, ið starvast sum tulkur og umsetari. Ein dagin um vikuna starvast hon í caféini í vitjanardeplinum á Skamlingsbanken.
Parið hevur tríggjar dreingir, ið eru í aldrinum 4, 7 og 10 ára aldri.
Udfordringen: Ingolf Becker