Andligur bardagi í Klaksvík

Leygarkvøldið 7. mai klokkan 20.00 verður eitt stórt felagsungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík. Evnið verður “Tann andligi bardagin”.

Tað verður Jóhan Petur Johannesen, sum boðar Guds orð til ungdómsmøtið, og Jórun Pólsdóttir framførir saman við bólki sínum. Eisini verður nógvur lovsangur, samtala og forbøn, kaffi og nakað heilt serliga spennandi.

Landsungdómsnevndin bjóðar øllum at koma til Klaksvíkar og minnir á, at tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin henda dagin.